Hondbóltur

Í bólki saman við Svøríki og Íslandi

Og Luksemborg er liðið úr niðast styrkislagið, ið Føroyar helst skulu vinna á í EM-undankappingini. Talan var um gott lutakast - møguligt er, at trý lið koma víðari til endaspælið.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-04-20 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fingu eitt, ið má metast at vera eitt gott lutakast í Zürich, har allir leparnir nú eru komnir úr bollanum.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð vera 24 lið við til eitt EM-endaspæl hjá kvinnum. Hetta verður í desember 2024 í Sveis, Eysturríki og Ungarn. Fyri Føroyar eru hetta ein góður møguleiki at stríðast við um eitt pláss í endaspælinum.

Til tað krevst at enda í minsta lagi nummar trý í bólkinum, og um so er so skulu stig helst til móti eitt av liðunum, ið enda nummar eitt ella nummar tvey. Fýra teir bestu av teimum átta trý'arunum koma víðari.

Føroyar vóru styrkismettar nummar trý og fingu Luksemborg úr styrkislagnum niðanfyri. Í dystunum móti teimum, mugu føroysku kvinnurnar metast at vera favorittar.

Ísland og Svøríki komu úr pottinum seinni. Svøriki er í ovasta styrkislagi, og hóast tala er um mótstøðulið, har tað verður torført hjá Føroyum at veruliga spæla við, so er tað ikki heilt sama styrki, sum tað áður hevur verið úr tí ovasta. Ísland er sterkai á ymsan hátt, men talan er helst um eitt mótstøðulið, ið okkara kunnu bjóða av - serliga á heimavølli. Í fjør vann Ísland báðar venjingardystirnar millum londini við fimm málum.

Lutakastið er gott, í mun til ferðing hjá føroyska liðnum, og ítróttarligu møguleikarnir burdi avgjørt verið har, um góða menningin heldur fram. Vit hava meira um lutakastið í kvøld ella í morgin. Undankappingin byrjar í heyst og heldur fram næsta vár.

Undankapping til EM 2024
Bólkur 7: 

Svøríki
Ísland
Føroyar
Luksemborg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder