A-landsliðið til dystirnar móti Spania og Norra er úttikið. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava tikið 22 leikarar út, og teir eru hesir.
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson (HB), Karstin Hansen (Skála), Kristian Joensen (KÍ)
Verjuleikar: Atli Gregersen (Víkingur), Odmar Færø (Ham Kam), Viljormur Davidsen (Vejle), Magnus Egilsson (HB), Gilli Rólantsson Sørensen (Brann), Andrias Høgnason Eriksen (B36)
Miðvallarar: Heini Vatnsdal (Fremad Amager), Rene Shaki Joensen (Grindavík), Hallur Hansson (Horsens), Brandur Hendriksson Olsen (FH), Rógvi Baldvinsson (Bryne), Kaj Leo í Bartalsstovu (Valur), Árni Frederiksberg (B36), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Meinhard Egilsson Olsen (Kristiansund), Jákup B. Andreasen (KÍ)
Áleyparar: Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ), Jákup Ludvig Thomsen (FH), Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard Olsen og Jóannes Bjartalíð vóru við til seinastu Nations League-dystirnar í november, men vóru ikki við á Malta og í Rumenia í mars til fyrstu EM-undankappingardystirnar. Kristian Joensen er eisini aftur í hópinum.
Tríggir av lyklaleikarunum seinastu árini eru ikki við. Lars Olsen greiddi stutt frá hví á júst lokna tíðindafundinum. Gunnar Nielsen breyt hondina fyri tveimum vikum síðani, og tað er framvegis ein mánaði, til hann er til reiðar aftur. Sonni Ragnar Nattestad hevur havt smáskaðar alt várið og hevur spælt lítið í Fredericia. Jóan Símun Edmundsson hevur framvegis trupulleikar og pínu í knænum, hóast hann hevur spælt nakað í seinastuni.
Meira um landsliðsúttøkuna seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald