Fótbóltur

Flestu av ovastu liðunum í eldin í kvøld

Tað er trýst á fleiri liðum sum jagsta City og pláss í topp-4 í kvøld. United og Arsenal bresta saman í kvøld.

Høgtflúgvandi Arsenal er á vitjan hjá United, sum hevur nógvar trupulleikar í løtuni
(Mynd: EPA)

Høgtflúgvandi Arsenal er á vitjan hjá United, sum hevur nógvar trupulleikar í løtuni (Mynd: EPA)

2018-12-05 17:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú jólini nærkast verða fótbóltsáhugaði forkelaði við einari rúgvu av fótbólti úr Onglandi. Miðvikuumfar er nú í mest vælumtøkti deildini í heiminum. Í kvøld verða  seks dystir leiktir.  

Liverpool, Chelsea og Tottenham skulu royna at nærkast Manchester City, ið vann á Watford í gjárkvøldið. Øll hesi trý liðini eru í kvøld greiðir favorittar og hava tørv á stigum. Liverpool er tættast við City og kann minka munin, sum í gjár aftur gjørdist fimm stig.

Manchester United og Arsenal hittast til spenanndi dyst á Old Trafford. Arsenal kemur frá einum frálíkum sigri á grannunum Tottenham og hevur ikki tapt í 19 dystir, meðan United hevur eina tunga gongd í Premier League. Heimaliðið skal hava trý stig fyri at bjóða av móti topp-fýra liðunum, meðan Arsenal kann blanda seg uppaftur meira í oddin. Tað er sum oftast tættir dystir, tá hesi liðini hittast. 

Claudio Ranieri tekur ímóti sínum gamla felagið, sum hann á ótrúligan hátt vann meistaraheiti við í 2016. Everton skal vinna á Newcaslte fyri at framvegis gera seg galdandi ímillum ovaru liðini.    

19.45: Burnley - Liverpool  
          Everton - Newcastle 
          Fulham - Leicester
          Wolves - Chelsea

20.00: Manchester United - Arsenal
           Tottenham - Southampton

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder