Annað

Fleyr vann FK-Cup

Bæði Meistaradeildarliðini vunnu.

2018-09-23 15:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flogbóltsárið bleiv í gjár skotið í gongd við árligu FK-kappingini, sum Fleyr skipar fyri.

Kappingin fyri vaksin varð leikt í Stórhøll, í fantastiskum karmum. 21 lið luttóku í kappingini, og fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru øll liðini í somu høll samstundis, og hetta eydnaðist sera væl.

Tað vóru fleiri góðir og tættir dystir, og til tíðir gott flogboltsspæl.

Fleyr gjørdist størsti vinnari av kappingini. Bæði Meistaradeildarliðini vunnu. Fleyr kvinnurnar vunnu finaluna í móti KíF.

Hja monnunum leiktu øll liðini ímóti hvørjum øðrum og síðsti dystur millum Fleyr og Mjølnir, hesin dysturin varð sera væl leiktur, og tað endaði við at Fleyr vann 2-1.

Í 1.deild hjá monnum vann Fleyr dystin ímóti SÍ og vunnu harvið kappingina.

Hjá 1.deild kvinnum gjørdist Mjølnir vinnari meðan Fleyr gjørdist nummar tvey.

Nevndin í Fleyr gleðist um væleydaðu kappingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder