Annað

Flogbóltsárið byrjar um vikuskiftið

Leygardagin verður flogbóltsárið servað ígongd tá FK-kappingin verður.

(Mynd: Fleyr)

(Mynd: Fleyr)

2018-09-18 15:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 22. september verður flogbóltsárið 2018-2019 servað ígongd - tá 22 lið í meistardeildunum og 1.deild fara at kappast í árligu FK-kappingini fyri vaksin.

Tað er flogbóltsfelagið Fleyr í Havn, sum aftur í ár skipar fyri kappingini, sum verður stuðlað av FK.

Undirtøkan er áleið tann sama sum undanfarnu ár og eru tað framhaldandi kvinnuliðini, sum eru best umboðaði. 16 kvinnulið og 6 manslið. Størsti bólkurin eru 1.deild kvinnur, har 9 lið fara at spæla ímóti hvørjum øðrum. Hjá 1.deild monnum fara Fleyr og Sí at leika ein dyst ímóti hvørjum øðrum.

Øll meistaradeildarliðini hjá monnum verða við leygardagin og fara tey øll at spæla ímóti hvørjum øðrum. Flestu kvinnuliðini í meistaradeildini verða eisini við í kappingini leygardagin.

Fleyr fegnast um, at øll liðini í ár kunnu samlast í Stórhøllini og at allir dystirnir kunnu leikast á teim 6 flogbóltsbanunum.
FK-kappingin er fyrsta og kanska eisini einasta kapping, har allir flogbóltsleikarar, sum spæla í bestu vaksnamannadeildunum í Føroyum, kunnu samlast - spæla ímóti hvørjum øðrum og fáa innlit í, hvussu hini liðini eru fyri - og ikki minst fáa eitt gott flogbóltsprát.

Kappingin byrjar kl. 9 í Stórhøllini á Hálsi og spælt verður til vinnarin er funnin einaferð seint út á seinnapartin.

Sum nakað nýtt fáa vinnarar og nr. tvey í hvørjari deild í ár eina t-troyggju heldur enn heiðursmerki.

Luttakarar og áskoðarar hava møguleika at keypa sær okkurt lætt og leskiligt í kantinuni undir kappingini.

Árliga FK–kappingin fyri yngri deildir verður tann 24. og 25. november í Stórhøllini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder