Annað

Flogbóltsspælari leikbann fyri happing á sosialum miðli

Til sínar 25.000 fylgjarar á Tiktok hevur hann lagt niðrandi og happandi uppslag út um dómararnar í triðju FM-finaluni hjá monnum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-04-11 14:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Flogbóltssamband Føroya tók mikudagain støðu til, at leikandi venjarin hjá SÍ, Mateusz Pazgan, skal hava langt leikbann umframt eitt bann fyri at virka sum venjari í eina tíð.

Mateusz Pazgan fær leikbann í fimm dystir, og hartil kann hann ikki vera venjari ella hava nakran almennan leiklut undir nøkrum dystum í ein mánað.

Orsøkin er, at hann á sosiala miðlinum TikTok, har hann hevur áleið 25.000 fylgjarar, hevur lagt eitt niðrandi og happandi uppslag um dómararnar í triðju FM-finaluni hjá monnum.

Frá starvsnevndini í Flogbóltssambandi Føroya verður sagt, at hendan avgerðin kann fáa avleiðingar fyri steypakappingina, sum er í gongd, tí Mateusz Pazgan uttan iva er ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini fyri menn. Men atlitið til, at dómarar og annars eisini øll onnur í føroyska flogbóltsheiminum skulu kunna kenna seg væl og kenna seg trygg, hevur vigað mest í hesum sambandi, tí slík happing - herundir á sosialu miðlunum - undir ongum umstøðum kann góðtakast. At Mateusz Pazgan eisini er venjari, hevur vigað tungt í hesum sambandi.

Nevnast skal, at Mateusz Pazgan eftirfylgjandi hevur biðið um umbering og hevur tikið hetta uppslagið og eitt annað líknandi uppslag av sínum sosiala miðli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder