Annað

Flogbóltur: Mjølnir jagstrar fimta meistaraheitið á rað

Longsta FM-sigursrøðin hjá monnum er fýra ár á rað. Í 2019 setti Mjølnir seg aftur tungt á flogbóltstrónuna, og ætlar nú at taka metið.

Mynd frá steypafinaluni herfyri

Mynd frá steypafinaluni herfyri

2023-04-25 10:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið tekur Mjølnir ímóti Fleyr í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini hjá monnum, har Mjølnir spælir fyri at vinna sítt fimta meistaraheiti upp í slag, sum er met hjá monnum.

Longsta sigursrøðin er annars fýra meistaraheiti á rað, og tað megnaði Fleyr sum tað fyrsta liðið frá 1981 til 84, tá Mjølnir steðgaði sigursrøðini, og vann fýra meistaraheiti á rað frá 1985 til 1988. Síðan átti Fleyr aftur tørn frá 1990 til 1993, men varð steðgað í 1994, tá meistaraheitið aftur fór til klaksvíkar.

Eftir hetta hendi eitt maktskifti í føroyskum flogbólti, og Mjølnir og Fleyr vóru ikki longur einaráðandi, og serliga ÍF og SÍ vunnu nógv næstu árini. Men í 2019 setti Mjølnir seg aftur tungt á flogbóltstrónuna og ætlar nú at seta met.

Hjá Fleyr hevur verið rættiliga soltið við meistaraheitum síðani sigursrøðina, sum endaði í 1994, og hesi knøpp 30 árini hevur havnarfelagið bara vunnið trý føroyameistaraheiti; tað seinasta í 2006.  

Í landskappingini hetta kappingarárið hevur Mjølnir vunnið tríggjar av teimum fýra dystunum ímóti Fleyr, og hevur bara tapt tveir dystir til samans; 3-1 fyri Fleyr og 3-2 fyri SÍ og er tí eisini favorittur at vinna finalurnar.
Reglurnar siga, at spældir verða tveir finaludystir, og vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinna dystin.  

FM-finalur í Føroya Tele-deildini hjá monnum:
Fyrra finalan: Hósdagin 27. apríl kl. 19:30 í Klaksvík
Seinna finalan: Leygardagin 29. apríl kl. 17 í Havn

Báðir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder