Í dag leika fýra tey bestu liðini í steypakappingini hjá kvinnum og monnum hálvfinalur í Badmintonhøllini í Klaksvík. Talan er um ein av teimum heilt stóru døgunum í flogbóltsárinum, og lagt var fyri longu í morgun, tá ið gentur 14 leiktu.
Tað vóru Dráttur og Mjølnir, sum skuldu gera av, hvør av teimum skuldi fylgja Fleyr í steypafinaluna hjá gentum 14.
Mjølnir legði harðliga fyri í fyrsta setti og helt seg omaná at kalla allta tíðina. Genturnar hjá Drátti, sum annars hava staðið seg væl í ár, haltaðu aftaná. Spælið gekk ikki so væl sum ofta, so Mjølnir tók settið 25-16.
Helga Nordedal, venjari hjá Drátti, setti tingini upp á pláss í 2. setti, og genturnar vóru hamskiftar og løgdu seg væl framum, og settið lá til tær. Eitt skifti vóru tær frammanfyri við fimm stigum.
Men so skifti Mjølnir Rebekku inn at serva, og tað vendi øllum púrasta á høvdið. Við heilt ótrúliga góðum servum vann hon Mjølnir inn aftur í settið og langt framum. Eftir hetta vendist ikki aftur hjá Drátti, og Mjølnir tók til endast settið greitt 25-20 og harvið dystin 2-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald