Í gjárkvøldið leiktu SÍ og Fleyr fyrru FM-finaluna í flogbólti fyri kvinnur í Kollafirði. Orsaka av hallarumstøðunum í Sørvági, hevði SÍ gjørt av at flyta teirra heimavøll til Kollafjørð í sambandi við FM-finalunar.
Sørvágskvinnur lótu ongan iva vera um, hvat tær vildu við kappingarárinum í ár, og talan gjørdist ongantíð um eina veruliga spennandi finalu. Tá settini skuldu avgerðast, var slagstyrkin hjá SÍ-kvinnunum avgerðandi.
Í næstsíðsta landskappingardystinum hjá SÍ, sum var júst ímóti Fleyr, fór ukrainska Svitlana Shvanska skadd av vøllinum. Hon leikti síðani ikki hin síðsta landskappingardystin ímóti Mjølnir og ivasamt var, um hon mundi fara at gerast dystarklár til FM-finalurnar.
Svitlana var við í finaluni í gjárkvøldið, og var hon stóri munurin á liðunum báðum. Fleyr manglaði slagstyrki í avgerðandi løtunum, ímeðan tað í stóran mun var Svitlana, sum stóð fyri hesum hjá SÍ.
Í øllum trimum settunum fylgdust liðini hampuliga væl í byrjanini, men tá støðurnar gjørdust avgeraðandi, var SÍ meira sannførandi, og vann øll settini óvæntað lættliga.
SÍ er nú á odda 1-0 í finaluumfarinum, og um tær vinna aftur, tá stóri finaludagurin verður leygardagin, gerast tær føroyameistarar. Um Fleyr vinnur dystin leygardagin, skal meistaraheitið avgerðast við einum gullsettið aftan á dystin.
Seinna finalan millum SÍ og Fleyr verður leygardagin kl. 14 í høllini á Hálsi.
Fyrra finalan hjá monnum millum Mjølnir og Fleyr, verður í Klaksvík í kvøld kl. 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald