Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum hava í morgun vunnið 3-1 á Svøríki við settunum 25-21, 25-21, 18-25 og 25-18.
Hetta var næsti dysturin hjá teimum í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA – sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, sum er tað besta úrslitið U 17 genturnar hava fingið ímót Finlandi. Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finlandi og Onglandi.
Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland
Um føroyska liðið megnar at fáa annað plássið í bólkinum verður avgjørt í kvøld, tá Finland og Svøríki møtast klokkan 18.
Allir dystirnir síggjast beinleiðis á VolleyTV .
Leikararnir á liðnum eru:
KÍF: Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr: Vár Rajani Færø, Barbara Káradóttir Durhuus, Bjarta Jákupsdóttir
SÍ: Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB: Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark: Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr), Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr), Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ), Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.
Í gjár vunnu føroysku U17-dreingirnir eisini móti svøríki. Les: U17-dreingir smurdu Svøríki av
Nú á middegi byrjaði dreingjadysturin millum Føroyar og Ongland. Hetta er dysturin um fyrsta plássið í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald