U 19 dreingjalandsliðið í flogbólti skal í morgun klokkan 09.00 spæla ímóti Svøríki í Kettering í Onglandi, har liðið er við í altjóða norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA.
Umframt Svøríki er Noreg við í bólkinum, sum Føroyar spælir ímóti klokkan 13.30 í dag Liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland.
Dysturin verður stroymdur her: https://www.youtube.com/watch?v=vtctzNOpAvs
Hesir manna U19-landsliðið:
Úr SÍ: Bjarni Joensen, Julian Vest Niclasen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe, Hjørtur Joensen og Oskar í Haraldstovu Weihe
Úr ÍF: Ingálvur Eyðunsson Olsen
Úr Fleyr: Hákun Weihe Heinason, Tórur Paulason, Tórður Gunnarsson Højsted og Jónfinnur Jógvansson Hansen
Úr Mjølni: Dávið Hentze
Venjarar; Rajko Petrovic og Hans Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald