Annað

Flogbóltur: U 19 gentuliðið úttikið

Fer til Onglands at spæla móti Svøríki og Noregi Í NEVZA-kapping.

2018-10-24 09:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld fer U 19-gentulandsliðið í flogbólti til Kettering í Onglandi, har liðið skal spæla við í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA.

Kapingin byrjar fríggjadagin og seinasti dysturin er sunnudagin 28. oktober. Føroyska liðið er í bólki saman við Svøríki og Noreg, og liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Svøríki klokkan 10.30 fríggjamorgunin.

Allir dystirnir verða stroymdir og verður hetta upplýst nærri á www.volleyballengland.org

Venjarin Kristian Mikkelsen hevur úttikið hesar leikararnar:
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Sesilia Prior, Dráttur
Inga Helena Henriksen, SÍ
Elsa Samuelsen, KÍF
Zoe Dickson, KÍF
Sára Maria Johansen, TB
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Bjørk Nolsøe Isaksen, Fleyr
Barbara Durhuus, Fleyr
Hanna Biskupstø, Ikast
Sára Vatnhamar, Ikast
Eva Gunn Niclasen, Køge 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder