Mangan verður sagt, at veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis verður eisini komandi dagarnar. Og veðurforsøgnin fyri fríggjadagin og leygardagin sær einki serlig út. Boðað verður frá nógvum vindi, og heldur ivasomum fótbóltsveðri.
Og tí er avgerð tikin um, at U21-landsdysturin millum Føroyar og Litava ikki verður á Svangaskarði, men er fluttur á Tórsvøll í staðin.
Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni í kvøld.
Dysturin verður altso leiktur á Tórsvølli fríggjadagin klokkan 17:00.
Tað verður eftir øllum at døma ov nógvur vindur á Svangaskarði fríggjadagin. Tí er U21-dysturin móti Litava fluttur á Tórsvøll (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald