Tað eru ein rúgva av søgum, ið eru í umferð í hesum døgum, nú flytingarvindeygað í Ongalandi fer at lata aftur. Her eru nakrar av teimum nýggjastu:
Arsenal:
David Luiz vandi ikki saman við liðfeløgunum í Chelsea í gjár - hann ynskir at vera verandi í London, men vil spæla fyri Arsenal. Celtic-bakkurin, Kieran Tierney, verður allarhelst Arsenal-leikari í dag; feløgini eru komin ásamnt um ein prís.
Tottenham:
Sambært SkySports er ein keypsprísur avtalaður fyri Pablo Dybala og Giovanni Lo Celso. Um argentisku miðvallararnir koma til Tottenahm er tó ikki vist, tí serliga viðvíkjandi Dybala skal nógv fíggjarligt fáasu uppá pláss. Eins og hjá grannunum Arsenal, so er søgan um, at Philippe Coutinho kemur til felagið, fánað burtur. Christian Eriksen sigst ikki at vera partur av ætlanunum hjá Pochettino, meðan Ryan Sessegnon eisini kann vera á veg inn frá Fulham
Manchester United:
Sama søgan endurtekur seg: Eru settur í samband nógvar leikarar (Bruno Fernandes, Dybala, Eriksen, Ben Yedder, Milinkovic-Savic) men einki tykist at henda. Tað eru miðvallarar, ið United leitar eftir fyri at styrkja seg, nú tvey dýr keyp til verjuketuna eru komin uppá pláss í summar. Hinvegin er Lukaku á veg til Inter, meðan óvissa valdar um Pogba.
Manchester City:
Meistararnir hava sent høgra bakkin Danilo til Juventus fyri at fáa fatur á portugisiska høgra bakkinum Joao Cancelo. Juventus gav City 43 milliónir pund, og City sendi 60 milliónir pund til Norðuritalia. Harvið varð avtalan, ið kom uppá pláss í gjár, Danilo + 26 milliónir pund fyri Cancelo. Eingin bakkur er nakrantíð keyptur fyri so nógvar pengar sum 60 milliónir pund. Eingin annar leikari sigst at vera á veg til liðið hjá Guardiola, og kappingarneytarnir frá í fjør, Liverpool gera einki afturat.
Everton:
Felagið úr Liverpool hevur seinastu dagarnar tryggjað sær italenska stórtalentið úr Juventus, Moise Kean, og høgra bakkin úr Monaco, Djibril Sidebe. Everton vil tó hava meira, og serliga Wilfried Zaha er eitt mið. Hann hevur boðað Crystal Palace frá, at hann ynskir at verða seldir, men London-felagið vil ikki av við hann; uttan so at áleið 80 milliónir pund verða lagdar á borðið.
Fleiri aðrar søgur eru, og vit fara ígjøgnum dagin at royna at fáa tað mest umráðandi út. Tað er bert í Premier League av teimum stóru deildunum, at tað ikki veðrur møguligt at keypa inn eftir í dag - tað er tó framvegis møguleiki hjá feløgunum í Onglandi at selja.
SkySports og BBC Sport eru høvuðskeldur
Fótbóltur
Flytingarvindeygað í Onglandi letur aftur í dag
Eftir klokkan 17.00 kunnu feløgini í Premier League ikki keypa fleiri leikarar í sumar; nógv kann enn henda - serliga í norðara parti av London.
Romelu Lukaku er á veg vekk frá United, og tað er Pogba møguliga eisini. Spurningurin er so, um nakar kemur nýggjur leikari kemur inn á Old Trafford (Mynd: EPA)
2019-08-08 07:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald