Fótbóltur

FM-biðlarnir lata sera fá mál inn

Talan er um óvanliga lá tøl - serliga hjá B36 er talan um heilt góð tøl samanborið við undanfarin ár.

Bert 18 mál eru farin inn í teimum 21 dystunum, ið Hans Jørgensen hevur spælt í ár. Her er Hans í dysti í Klaksvík í september, har B36 helt málið reint  (Mynd: Sverri Egholm )

Bert 18 mál eru farin inn í teimum 21 dystunum, ið Hans Jørgensen hevur spælt í ár. Her er Hans í dysti í Klaksvík í september, har B36 helt málið reint (Mynd: Sverri Egholm )

2019-10-22 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um tað endar við javnleiki í FM-finaluni í Gundadali leygardagin, gerst málúrtøkan avgerandi fyri, hvar føroyameistaraheiti endar. Í løtuni hevur KÍ 1. plássið orsaka av betri málmuni enn B36. KÍ hevur skorað 59 mál, væl fleiri enn trý útav teimum fýra árunum undir Mikkjali Thomassen - í 2016 skoraði KÍ 64 mál uppá tey 27 umførini)

Les meira: 
B36 og KÍ framvegis lið um lið

B36 hevði eftir 26 umfør í fjør skorað eins nógv mál sum nú (53) og í meistaraárinum 2014 var talan um eitt mál færri. Árið eftir skoraði B36 60 mál. Í fyrsta árinum hjá Jákupi á Borg sum odddamanni, í 2017, skoraði árstalsfelagið heili 61 mál fyrstu 26 umførini. Í 2016 høvdu teir hvítu og svørtu sera trupult við at skora – bert 41 mál undan seinasta umfari.

[object Object]
Andrias Eriksen hevur spælt allar 26 dystirnar í Betrideildini. Leygardagin skulu hann og liðfelagirnir royna at halda Jóannes Bjartalíð og co. frá málinum (Mynd: Sverri Egholm)

Í summarsteðginum í ár varð nakað tosað um, at B36 bert hevði skorað 25 mál í 15 dystum. Tað hevur gingið væl betri við hesum eftir steðgin, og liðið hevur ikki tapt í heili 19 umførum. Tað er tó mest tað verjukenda, ið hevur borið á mál. Nógvir sigrar eru hálaðir í land tepurt - málið er millum annað hildið reint í sigrum í Runavík, Klaksvík og í Sarpugerði, umframt fyrra dystinum móti HB eftir summarsteðgin sum endaði við málleysum javnleiki. Vælskipaða og hartarbeiðandi liðið hevur ikki havt heilt sama leikhátt sum undanfarnu árini. Hetta sást aftur í málum, ið eru farin inn. Her samanborið við tey bæði árini framanundan undir Jákup á Borg, har liðið er endað á 3. plássi, meistarárini fyri stuttum og so tvey tey bestu árini hjá felagnum, meðan kappingin hevur verið 27 umfør: 

B36 eftir 26. umfør:

2019: 20 mál - 0,77 latið inn í miðal

2018: 32 mál
2017: 38 mál
2015: 24 mál
2014: 23 mál

(2007): 21 mál –
3. pláss
(2005): 16 mál -
Meistarar

 

KÍ hevur undir Mikkjal Thomassen millum annað verið kent fyri at verða væl skipað og fyri ikki at geva nógv burtur. Fyriuttan fyrsta árið, har KÍ endaði nummar fimm, hevur liðið latið fá mál inn við fyrrverandi B36.venjaranum við róðrið. Seinastu trý árini er undur eitt mál í miðal farið inn hjá KÍ í Betrideildini, og her er talan um heilt góð tøl. Í ár hevur higartil verið tað besta – bert 19 mál eru farin ígjøgnum hjá Kristian Joensen.

KÍ eftir 26. Umfør:

2019: 19 mál - 0,73 latið inn í miðal


2018: 23 mál
2017 25 mál
2016: 25 mál
2015: 40 mál


Bert tvær ferðir síðani farið varð yvir til 27 umfør, hevur eitt lið latið undir 20 mál inn uppá eitt kappingarár. Tað var fyrstu ferð – í 2005 – tá meistarliðið B36 við Sigfríður Clementsen sum venjara, Jákup Mikkelsen í málinum og Mikkjal Thomassen á liðnum bert lat 17 mál inn í fjør. HB lat eitt mál fleiri inn í suverena meistaraárinum í fjør. Í 2014 lat HB 20 mál inn, tá liðið hjá Heðini Askham fekk silvur.

[object Object]
KÍ hevur aftur í ár verið sera sterkt í verjupartinum - tó hevur tað ongantíð áður verið so gott hjá felagnum, ið nú er nær við sítt fyrsta FM-heitið 20 ár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki komið fyri, at tvey lið í FM-stríðið hava fingið so fá mál ímóti sær. Tað at halda málið reint kann leygardagin fáa avgerandi týdning.

Hagtøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder