
26. og næstseinasta umfar í Betrideildini varð leikt í dag.
Stórur spenningur var á norðoyinginum við Djúpumýru og á B36’arunum í Sarpugerði millum klokkan 15 og 17 í dag. KÍ og B36 eru i gongd við eitt beinhart FM-stríð, og í dag varð endaliga staðfest, at tað fer allan vegin til seinasta leikdag, har tað so at siga verður ein verulig finala um FM. Tað kundi verið so at siga endaliga avgjørt í dag, um KÍ vann og B36 tapti, og árstalsfelagið kundi fáa fyrimunin við einum betri úrslitið enn KÍ. Tað endaði tó við, at bæði oddaliðini vunnu, og harvið er støðan tann, at KÍ kann gerast føroyameistari við einum javnleiki í Gundadali leygardagin – B36 skal vinna.
Øssur Dalbúð legði NSÍ á odda í Klaksvík, og teir í gulum svørtum góvu KÍ skarpan gang - serliga í 1. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrsta hálva tíman merktist tað á KÍ-leikarunum, at sera nógv var uppá spæl. NSÍ var uttan Bárð Hansen, Odd Højgaard og Pól Jóhannus Justinussen, men var komið norð til Klaksvíkar fyri at stríðast hart fyri stigunum. Runavíkingar vóru í nýggjari leikskipan , 5-3-2, og vóru nakað naskari fyrstu longu løtuna og komu á odda, tá eitt korter var eftir av 1. hálvleiki. Vælleikandi Jóhan Troest Davidsen og tveir KÍ-leikarar royndu at vinna bóltin, bólturin datt niður, og so var Øssur Dalbúð knappur og smekkaði bóltin í málið.
Myndir: KÍ - NSÍ
Patrik og Øssur skoraðu báðir í 1. hálvleiki
Málið tyktist tó at hava eina jaliga ávirkaná KÍ, og eisini á dystin sum heild ið gjørdist meira lívligur. Tíggju minuttir fyri hálvleik vann Deni Pavlovic bóltin á egnari hálvu, trekti væl við honum og slepti honum út til Patrik Johannesen í vinstra borði. Tvífaldi málskjúttin í seinasta dysti trekti nakað inn og ímóti brotsteigarmarkinum og smekkaði so til við sínum góða høgra beinið. Bólturin sníkti seg inn um nærru stong, og so var javnleikur. Lítla løtu seinni var frøin størri millum stóru mannafjøldina við Djúpumýru. KÍ vann tveir 2. Bóltar beint uttanfyri brotsteigin hjá NSÍ mitt fyri, Páll Klettskarð fekk fatur á bóltinum, vendi sær og sendi bóltin sera væl í málið umvegis tvørtræðið – eitt sera gott mál og eftir fáar minuttir var dysturin vendur á høvdið.
Bjartalíð og Klettskarð fegnast her um 2-1 málið - í seinna hálvleiki legði Jóannes upp til Páll (Mynd: Sverri Egholm)
Beint fyri hálvleik rakti Patrik tvørtræið, og hóast NSÍ framvegis var inni í dystunum, so vóru klaksvíkingar meira ágangandi og omaná. Liðið hjá Mikkjali Thomasen søkti eftir 3-1 málinum, og hetta eydnaðist tjúgu minuttir fyri leiklok, tá Jóannes Bjartalíð legði eitt frálikt innlegg til aftaru stong, har Páll setti fótin á og gjørdist tvífaldur málskjútti.
Páll Klettskarð: - Kenslan er góð
Tey trý stigini vóru so at siga heima nú, og tað var í trimum førum sera nær við at gerast 4-1. Kristian Joensen hevði tó tvær sera góðar bjargingar í hinum endanum í 2. hálvleiki, men í 88. minutti eydnaðist hjá Andra Benjaminsen at skora. KÍ’arnir hildu tó høvdið kalt, og tað endðai við uppibornum sigri til teir kongabláu. Áttandi sigurin á rað hjá KÍ, ið ikki hevur verið so nær við FM síðani 1999, tá KÍ vann sítt 17. Føroyameistaraheiti.
KÍ'arnir kundu fegnast eftir seinasta bríksl saman við sínum mongu áskoðarum
(Mynd: Sverri Egholm)
Tað er B36, ið kann forða fyri, at tað gerst nummar 18 í ár. B36 skal royna at vinna sítt føroyameistaraheiti nummar 12 og tað sætta í hesari øldini, og Jákup á Borg og hansara menn syrgdu í dag fyri, at tað framvegis er ein góður møguleiki fyri hesum.
Víkingarnir stríddust væl ímóti í dag, men hesaferð vann B36 í Sarpugerði
Erling Dávidsson á sínum gamla heimavølli. Hann kann leygardagin vinna sítt triðja FM uppá fýra ár (Myndir: Jens Kr. Vang)
Tað kann rópast ein arbeiðssigur í Sarpugerði. B36 hevði ein góðan møguleika beinanvegin, og longu eftir tíggju minuttir kom hol á. Eftir innlegg úr høgru fekk Víkingur ikki ruddað burtur, og tað endaði við, at Dion Splidt stútaði bóltin innfyri egið mál, har Lukasz Cieslewicz var til reiðar. Hetta skuldi vísa seg at verða einasta málið í dystinum. Spentar støður vóru í báðum endum í báðum hálvleikum, og sum seinni hálvleikur leið, trýsti Víkingur meira á. Hetta gav møguleikar til at javna, men B36 stóð væl ímóti og hótti samstundis hinvegin.
Lukasz sló til tíðliga í dystinum
Myndir: Vikingur-B36
Teir hvítu og svørtu úr Gundadali hava nú ikki tapt seinastu 19 dystirnar í Betrideildini. Kravið í seinasta umfarinum móti KÍ er einfalt, men torført at megna: B36 skal vinna á KÍ leygardagin í Gundadali, har lagt er upp til eitt ordans FM-brak.
B36 fagnaður í Sarpugerði í dag
Í hinum dystunum dystunum vunnu HB og Skála favorittsigrar, og AB vann á Eiði og fór framum EB/Streym. HB tók 4. plássið frá Víkingi, ið heldur ikki spælir evropeiskan fótbólt komandi ár
26. umfar:
KÍ – NSÍ 3-2(1-1)
31’ Øssur Dalbúð 0-1
35’ Patrik Johannesen 1-1
38’ Páll Andrasson Klettskarð 2-1
70’ Páll Andrasson Klettskarð 3-1
88' Andri Benjaminsen 3-2
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen (84' Børge Petersen), Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ólavur Niclasen- Magnus Stamnestrø (46' Boris Dosljak), Simen Raen Sandmæl (46’ Semir Hadzibulic) Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð
Gult kort: Boris Dosljak
NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen – Jann Martin Mortensen, Peder Nersveen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv, Jann Julin Benjaminsen – Búi Egilsson, Betuel Hansen (81’ Andri Benjaminsen), Øssur Dalbúð – Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen
Gul kort: Jann Benjaminsen, Betuel Hansen, Einar Tróndargjógv, Øssur Dalbúð, Jann Martin Mortensen - eftir dystin fingu Petur Knudsen og Trygvi Mortensen, hjálparvenjari, reyð kort fyri at vísa sína ónøgd um dømingina
Víkingur - B36 (0-1)
10' Lukasz Cieslewicz 1-0
Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen – Bergur Gregersen, Alti Gregersen (L), Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen – Dion Splidt (66’ Filip Djordjevic), Arnbjørn Svensson, Gunnar Vatnhamar (70’ Noah Mneney) – Andreas Lava Olsen
B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen – Jónas Tór Næs, Andrias Høgnason Eriksen, Bjarni Petersen Erling Dávidsson – Hugin Samuelsen, Eli Falkvard Nielsen – Árni Frederiksberg, Michal Pryzbylski, Benjamin Heinesen (82’ Hannes Agnarsson) – Lukasz Cieslewicz (57’ Stefan Radosavljevic)
Gult kort: Michal Pryzbylski
HB – TB 3-0 (2-0)
28’ Sebastian Pingel 1-0
40’ Pætur Joenson Petersen 2-0
90’ Pætur Joenson Petersen 3-0
EB/Streymur – AB 1-2 (1-1)
34’ Sørin Nygaard Samuelsen 0-1
40’ Arnbjørn Hansen 1-1
58’ Lukas Giessing Greena 1-2
ÍF – Skála 1-3 (0-0)
51’ Haraldur Reinert Højgaard 0-1 (br.)
70’ Ronni Møller Iversen 0-2
82’ Ronni Møller Iversen 0-3
85’ Gundur Ellingsgaard Petersen
Støðan í Betri deildini eftir 26 umfør:
1.KÍ (63 stig)
2.B36 (63 stig)
3. NSÍ (54 stig)
4. HB (48 stig)
5. Víkingur (48 stig)
6. Skála (34 stig)
7. AB (21 stig)
8. TB (19 stig)
9. EB/Streymur (18 stig)
10. ÍF (6 stig)
Seinasta umfar, leygardagin 27. oktober:
27
|
26-10-2019
|
|
-
|
|
||
27
|
26-10-2019
|
|
-
|
|
||
27
|
26-10-2019
|
|
-
|
|
||
27
|
26-10-2019
|
|
-
|
|
||
27
|
26-10-2019
|
|
-
|
(FaroeSoccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald