
23.umfar hevur nógv at bjóða uppá. FM kann verða endliga avgjørt, og sera avgerandi niðurflytingardystur er á skránni. Víkingur stríðist framvegis fyri at nærkast evropeiskum plássið.
Kl.15.00: TB/FCS/Royn – NSÍ
KÍ – HB
Víkingur – Skála
AB – 07 Vestur
Kl.17.15: B36 – EB/Streymur
Í 18.umfarið hittust KÍ og HB til oddabrak á Summarfestivalinum. Tá vóru tað bara tvey stig, ið skiltu liðini. HB vann 1-0, og oddaliðið hevur vunnið hvønn dyst síðani eisini. KÍ tapti hinvegin móti B36 í Gundadali lítla viku seinni, og á Skála í seinasta umfarið. Móti Víkingi endaði tað javnt; einasti KÍ-sigur síðani fyrst í august kom á heimavølli móti EB/Streymi. Harvið eru nú 13 stig, ið skilja liðini nú fimm umfør resta í.
HB-liðið hevur riðið á einari bylgju tað mesta av árinum, og er á veg at seta met í stigum. Metið er 67 stig hjá B36 í 2011; HB er bert 9 stig frá hesum. Tað skal bert ein javnleikur til hjá Heimiri Guðjónssyni og hansara monnum í dag. Ein rúgva av spentum HB`arum vera við Djúpumýru í dag, meðan KÍ skal royna at útseta veistluna hjá arvafíggindanum.
Tað eru fýra umfør eftir í 1.deild, og meðan ÍF hevur tryggjað sær uppflyting, hevur B66 fýra stig til uppflyting. Hetta merkir, at sum tað stendur í løtuni flytur bert eitt lið niður. Hetta stríðið stendur í løtuni til at verða millum 07 Vestur og AB. Argjamenn eru í løtuni tvey stig frammanfyri eftir sigurin í Trongisvági seinast. Vágamenn hava tó leikt ein dyst færri. 07 Vestur vann fyri stórum mánaði síðani 1-0, tá liðini møttust í Sørvági. Tað er avgjørt nógv uppá spæl á Argjum í dag.
Víkingur nærkaðist NSÍ og KÍ við einum stigið seinasta vikuskifti. Tvífaldi føroyameistarin misti tó sigurin í seinastu løtu á Eiði, og skal hava ein sigur, tá Skála vitjar í dag. Skála vann 1-0 á KÍ fyri viku síðani. NSÍ er í Suðuroy, har runavíkingar skulu royna at gera sítt evropeiska pláss tryggari. TB/FCS/Royn hevur havt tað trupult á heimavølli í ár, meðan NSÍ hevur verið eitt sterkt útilið.
Skála er so gott sum 100 % tryggjað sítt pláss í deildini, og Suðringar koma helst ikki í trupulleikar. EB/Streymur hevur ikki vunnið síðani í juni og er skert, men sundalagsmenn burdu ikkki komið í trupulleikar. Í dag vitjar EB/Streymur í Gundadali, har B36 tekur ímóti. Liðið hjá Jákup á Borg hevur ikki tapt eftir sumamrsteðgin og er í einum góðum stima.
Vit verða við Djúpumýru í dag; myndir, frásøgn og videosamrøður koma út harfrá. Eisini fylgja vit gongdini í hinum dystunum.
Støðan undan 23 umfar
1. HB (58 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (42 stig)
4. B36 (40 stig)*
5. Víkingur (37 stig)
6. Skála (25 stig)
7. TB/FCS/Royn (21 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. AB (12 stig)
10. 07 Vestur (10 stig)*
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald