Í kvøld verður fyrsta av trimum FM kappingum í VEG súkkling, sum allar skipaðar í eini og somu viku.
Tað verður kappast í somu kappingum sum kappast verður í á Oyggjaleikum, nevniliga tíðarkoyring, landavegsúkkling og býarsúkkling.
Í kvøld, 14. juni, verður kappast í tíðarkoyring. Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) skipar fyri øllum FM kappingum.
Nú í nøkur ár hevur verið kappast í tíðarkoyring í Eysturoynni. Soleiðis verður aftur í ár, og koyrdur verður sami teinur sum undanfarin ár. Startur verður á Strondum, og so verður annars koyrt inn á Skálabotn, har vent verður, og so gongur leiðin aftur út á Strendur.
Tað er ein teinur á góðar 27 kilometrar. Tað verður ein minuttir millum hvønn súkklara, og fyrsti súkklarin fer avstað klokkan 18.30.
Vanligt er, at skjótasti súkklarin byrjar síðst. Helgi Winther Olsen vann hesa kappingina bæði í fjør og í 2021.
Landavegsúkkling og Súkkluavbjóðingin
Leygardagin verður kappast í landavegsúkkling. Kappingin verður samstundis ein motiónskapping, og SST vónar at nógvir súkklarar verða við til Súkkluavbjóðingina, sum sanniliga eisini er ein avbjóðing.
Øll byrja í Runavík og øll enda í Havn, har málið verður við bilasøluna Pf. Wenzel. Ein avbjóðing verður tað, tí súkklað verður yvir 100 kilometrar, og ein avbjóðing verður tað, eftirsum at leiðin gongur bæði um Eiðisskarð og drúgva teinin eftir Oyggjarvegnum til Havnar.
Tey sum ikki ætla sær at kappast um FM heitið, og ikki hava ætlanir um at kappast við Hilmar Hansen, Jákup Petur Eliassen og aðrar landsliðssúkklarar, hava møguleika at gera "pitstop" ávegis til Havnar. Tvey "pitstop" verða, og á hesum støðum verður møguligt at fáa sær okkurt at drekka og okkurt at eta.
Kappingin er fyri øll og Súkkluavbjóðingin er somuleiðis fyri øll. Øll súkkla 104 kilometrar, og skulu øll møta við Løkshøll klokkan 9 leygarmorgunin. Kappingin byrjar klokkan 10.
FM í Býarsúkkling verður sunnudagin
Súkklarar skulu aftur í eldin sunnudagin. Tá verður kappast um føroyska meistaraheitið í býarsúkkling.
Kappingin verður skipað á økinum við bilasøluna Wenzel. Koyrdur verður ein teinur á góðar hálvan annan kilometur. Kappingin er skipað soleiðis, at teinurin verður koyrdur í 45 minuttir, og síðan trý umfør.
Tá 45 minuttir eru farnir, so ringir dómarin við einari klokku, og nú økist spenningurin og kanska eisini ferðin. Kanska, tí tað er meira enn so hent, at ferðin fer niður tá seinastu umførini skulu koyrast, hetta fyri at súkklarar hava so frísk bein sum gjørligt tá sprintast skal um sigurin.
Helgi W. Olsen gjørdist FM vinnari í 2022, og verður hann við í ár, so er hann heilt vist ein av kandidatunum til aftur í ár at gerast FM vinnari. Ein annar sum somuleiðis er kandidatur til at gerast FM vinnari er Jákup Petur Eliassen, sum í dag telist millum okkara sterkastu súkklarar.
FM kappingin í Býarsúkkling byrjar klokkan 14 sunnudagin. Súkklarar skulu møta klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald