Kappróður

FM-róðurin útsettur til klokkan 16

Orsøkin er, at tað hevur gingið illa hjá fleiri av barnamanningunum at loysa úr startinum.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-19 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

FM-Kappróðurin á sundalagsstevnu, sum mátti útsetast til í dag vegna veður, er nú útsettur ein tíma afturat.

Kringvarpið skrivar, at FM-róðurin byrjar klokkan 16 og ikki nú klokkan 15, sum ætlanin annars var.

Orsøkin er, at tað hevur gingið illa hjá fleiri av barnamanningunum at loysa úr startinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder