(Brot úr samrøðu tá KÍ hevði tryggjað sær FM í Gundadali tann 10. november. Tá segði liðskiparin hjá KÍ, Sanna Svarvadal, millum annað at málið næsta ár er at vinna greipuna og klára seg betri í evropa)
Føroyameistarar í føroyskum kvinnufótbólti skulu hva nýggjan venjara. Liðið sum ongan dyst tapti í ár, og vann FM triðja árið á rað fær ein svia sum venjara, og talan er um venjara sum longu er í felagnum.
Tað verður Jens Wedebog, sum tekur yvir eftir Aleksandar Djorjevic.
Jens Wedeborg hevur hægsta fótbóltsvenjaraprógvið, nevnt UEFA-PRO, og hevur verið fulltíðarvenjari í KÍ-Akademinum. Hesum kemur hann partvís at halda fram við, sigur KÍ.
(Mynd: Sverri Egholm)
Felagið fegnast um avtaluna við Jens Wedeborg, sum saman við fysiska venjaranum, Elisabet Vang og hjálparvenjarunum fyrst og fremst skal menna kvinnuliðið og yngru leikararnar í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald