Víkingur skal í kvøld royna at venda 1-3 tapið í Íslandi til nakað jaligt - og vónandi víðari luttøku í Conference League.
Tað snýr seg millum annað um at royna at fáa fyrsta málið við Djúpumýru, har sagt verður frá góðveðri og fitt av áskoðarum.
Sí eisini: Formaðurin: Víkingarnir skulu royna at hjálpa við góða lagnum á G! - eru framvegis møguleikar
Tað verða Brynjar Jacobsen Poulsen, frásøgumaður, og Bill McLeod Jacobsen, venjari og viðmerkjari, sum vera við mikrofonirnar í kvøld.
Vit hava eisini nógv tilfar frá dystinum seinni, umframt okkurt frá Malta, har NSÍ roynir at spæla seg víðari.
Conference League 1. umfar - seinnu dystirnir
Hósdagin 16. juli við Djúpumýru
18.00: Víkingur - Stjarnan (1-3)
Lurta á FM1 og fylgið gongdini ovast á Portalinum.
Les upptakt her: Víkingur skal royna at venda tí í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald