Fótbóltur

Víkingur skal royna at venda tí í kvøld

Eftir 3-1 sigur til Stjarnuna í Íslandi skulu víkingarnir leypa á í Klaksvík. Tað er ógvuliga óvanligt, at føroysk lið venda dystum eftir tap við fleiri málum í fyrra dystinum.

Aron, Aron og hinir skulu eftir málum við Djúpumýru - og helst frá byrjan (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aron, Aron og hinir skulu eftir málum við Djúpumýru - og helst frá byrjan (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-16 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað endaði 2-0 til Borac Banja Luca í fyrra dystinum hjá B36 móti bosniska liðnum í 1. umfari í Conference League.

Vegna flogverkdall og annað varð túrurin hjá B36'arum heim aftur ógvuliga langur og tvørligur, men 14. juli 2022 gjørdi liðið hjá Dan Brimsvík nakað, sum einki føroyskt lið hevði gjørt áðrenn - ella hevur gjørt síðani: At venda einum tvey-máls tapi í fyrra dystinum í evropeiskari uppgerð til at koma víðari.

[object Object]
Magnus Egilsson gjørdi hattrikk fyri B36 í vanligu leiktíðini: Tvey brotsspørk og 

Tað var eftir dramatiskan 3-1 dyst, við tveimum brotsspørkum í 2. hálvleiki og tveimum reyðum kortum, at B36 basti Banja Luka eftir brotssparkskapping. Eitt flott úrslit, sum Víkingur í kvøld skal royna at endurtaka í Klaksvík.

Tí liðið hjá Jóhan Petur Poulsen noyðist at vinna teir fyrstu 90 minuttirnar við í øllum førum tveimum málum fyri at hava ein møguleika at koma víðari í Conference League.

Emil Atlason var ikki gestablíður við Víking fyri viku síðani, tá royndi áleyparin hjá Stjarnuni gjørdi hattrikk. Hann revsaði persónlig mistøk hjá víkingunum, sum ikki spældu ein nóg góðan 2. hálvleik.

Slík mistøk skulu í størstan mun gjørligt burtur í kvøld, og Víkingur skal halda eitt høgt stig gjøgnum dystin. Aron Benjaminsen og hinir skulu hótta og helst leggja á beinanvegin og skora fyrsta málið. So hevur Víkingur enn ein fínan møguleika at fáa veruligan spenning í á føroyskari jørð

Sí eisini: Formaðurin: Víkingarnir skulu royna at hjálpa við góða lagnum á G! - eru framvegis møguleikar

Víkingur fer mest sannlíkt at spæla við sama liði sum í Íslandi. FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum, har eisini meira tilfar frá dystinum verður í kvøld.

Conference League 1. umfar - seinnu dystirnir
Hósdagin 16. juli við Djúpumýru
18.00: Víkingur - Stjarnan (1-3) 

FM1 sigur frá


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder