Tað byrjaði so væl hjá formsterkasta liðnum í Føroyum, sum vitjaði í Garðabær í kvøld. Men tað var Stjarnan, sum var ta skarpari og vann sær tvey-máls fyrimun eftir fyrra Conference League-dystin millum feløgini.
Aron Benjaminsen vísti sínar dygdir eftir bert 11 minuttir í fyrsta evropeiska dysti hansara: Fór ímillum tveir íslendarar og staddur til høgru í brotsteignum, legði 18-ára gamli vongurin bóltin í longra málhornið, umvegis hendurnar av málverjanum.
Ikki super málmansspæl, men góð atgerð hjá Aroni og dreymabyrjan hjá Víkingi.
Aron spældi til Aron, sum síðani vísti snildni og skotdygd - og víkingarnir kundu fegnast fyrstu løtuna í Íslandi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Liðið hekk eisini ógvuliga væl saman í 1. hálvleiki. Jørgen Nielsen kom til góða skotstøðu miðskeiðis í hálvleikinum, og beint fyri steðgin burdi Arnbjørn Svensson skora, tá miðverjin var púra fríur við aftaru stong eftir frísparksinnlegg frá Aroni Benjaminsen.
Tá hevði Emil Atlason skorað sítt fyrsta mál. Royndi og vandamikli íslendski áleyparin umsettii í 42. minutti brotsspark, sum Bárður á Reynatrøð gjørdi, tá Víkinga-málverjin satsaði og kom heldur skeivt út, eftir at Ingi Jonhardsson ikki hevði fingið ruddað.
1-1 og fyrstu løtuna eftir steðgin legði Stjarnan størri trýst, hóast Víkingur eisini hevði okkurt gott mótálop. Tað gav úrslit hjá heimaliðnum í 65. minutti, tá Emil Atlason var snildari enn Ingi Arngrimsson og Bárður á Reynatrøð, sum ávíkavist mistu mannin vekk og komu á millum hond í innlegsstøðuni.
2-1 til Stjarnan hevði ikki verið verri enn ilt hjá Víkingi til seinna dystin, men seinna brotssparksmálið hjá Emil Atlason í 78. ger, at fyrimunurin hjá íslendingum er rímiliga stórur undan seinna dystinum. Áleyparin vann sjálvur brotssparki, sum Jørgen Nielsen gjørdi.
Seinni dysturin millum Stjarnuna og Víking verður um eina viku, hósdagin 16. juli, við Djúpumýru.
Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli, Garðabær
Stjarnan - Víkingur 3-1 (1-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald