Fótbóltur

Føroyameistararnir styrkt seg við toppskjúttanum hjá EB/Streymi

20 ára gamli Pætur Petersen spælir næsta kappingarár við HB.

Pætur Petersen her í U21 steypafinalu móti HB (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen her í U21 steypafinalu móti HB (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-29 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Pætur J. Petersen hevur í dag undirskrivað sáttmála við føroyameistararnar. Tað skrivar HB á heimasíðu sínari í kvøld. Seinastu tvey árini hevur Pætur leikt við EB/Streymi.

-  Í ár hevur hilnast heilt væl hjá honum og hevur hann skorað sjey mál í Betri deildini og er toppskorari hjá felagnum í Sundalagnum. Hann skoraði eisini 2 mál í U21 steypafinaluni móti okkum, sum okkara ungu tó vunnu upp á brotssparkskapping.

Hóast sín unga aldur er hann longu skrásettur fyri 175 dystir á Faroesoccer, 44 fyri EB/Streym tey bæði seinastu árini, annars fyri B36 frá 2013 til 2017. 26. juni 2015 spældi hann sín fyrsta dyst við Betri deildini, tá hann í 67. minutti avloysti Jákup á Borg.

Sáttmálin hjá Pæturi J. Petersen hjá HB er galdandi í eitt ár.

[object Object]Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB, og Pætur J. Petersen, nú HB-leikari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder