
Kl.19.45 er løtan, sum so mangir føroyingur hevur bíðað eftir. Malta er á vitjan í Føryum, og á skránni er fyrsti dysturin í bólki 3 í Deild D í UEFA Nations League.
Føroyska liðið hevur fyrireika seg væl, og hópurin er uppá nógvar mátar sera væl fyri.
Til venjingarnar hava ábendingarnar verið har, um hvussu liðið fer at síggja út. Lars Olsen hevur eisini váttað, at Gunnar Vatnhamar fær møguleikan á høgra bakki, at beiggi hansara, Sølvi, verður beint frammanfyri, at liðformaðurin í Víkingi og á landsliðnum, Atli Gregersen, verður høgri miðverji.
Nú er endaliga liðið kunngjørt. Har er sum so einki yvirraskilsi:
(4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen(L), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen – Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson
Hesir eru á bonkinum frá byrjan: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Odmar Færø, Jógvan Rói Davidsen, Alex Mellemgaard, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Tróndur Jensen, Rógvi Baldvinsson, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.
Meira tilfar um landsdystin seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald