Kappingin um norðurlendska meistaraheitið, sum hevur verið í Svøríki um vikuskiftið er av, og Føroyar blivu nummar 3 í liðkappingini.
Tummas Jacobsen vann innleiðandi umfarið við Moss við 335 stigum og bleiv í gjár nummar 8 í finaluni við honum - og Tummas er við Linn nummar 18 við 242 stigum.
Páll Poulsen við Milo fær 125 stig og Jónleif við Jett fær 89 stig.
Tíverri vóru teir diskaðir við Milo og Jett tann fyrra innleiðandi dagin.
At kappast uttanlanda og á altjóða støði er sera gott, men eisini avbjóðandi og við øðrvísi umstøðum, í mun til tað vit hava í Føroyum, verður sagt á Facebookbólkinum hjá Seyðahundasambandinum.
Føroyar luttaka við fýra hundum til NM, og tilsamans eru 46 hundar við. Londini, sum eru umboðaði eru Norra, Svøríki, Finnland, Danmark og Føroyar.
NM 2022 - sum lið er: 1 Svøríki, 2 Norra, 3 Føroyar, 4 Finnland og 5 Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald