
Seinastu mongu árini hevur Golden League verið á skránni, tá endaspøl á manssíðuni nærkast. Har hava Danmark, Noreg og Frakland spælt fyrireikingardystir, umframt at eitt fjórða lið hevur verið bjóðað við.
Niðurlond hava avloyst Frakland sum fastur luttakari, og sum skilst verður Føroyar fjórða liðið í kappingini hesaferð.
Sambært okkara upplýsingum kom innbjóðing til HSF fyri einari tíð síðani. Hon var treytað av, at Føroyar spældu seg til EM-endaspælið.
Júst hetta kom uppá pláss hóskvøldið. Harvið bendir alt á, at Føroyar miðskeiðis í november fáa spennandi avbjóðingar í venjingardystum - endaliga kunngerðin kemur helst úr Noreg skjótt.
Føroyar spældu tveir ógvuliga tættar dystir móti Niðurlondum í mai (Mynd: Sverri Egholm)
Niðurlond stóðu Føroyar seg heilt væl ímóti í mars, Noreg er tað sterkari, men Føroyar eiga jú ein heldur minniligan javnleik móti norðmonnum. So er tað Danmark: Ferfaldur heimsmeistararnir og OL-vinnararnir verða ein risauppgáva - hóast fleiri spælarar hjá Danmark kanska verða spardir.
Golden League 2025 verður í Trondheim í november.
Føroysku menninir skulu eisini spæla tveir venjingardystir á heimavølli stutt áðrenn endaspælið. Hesir vera sum skilst við Tjarnir móti Italia í vikuni áðrenn endspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald