Eftir nøkur misjøvn avrik í Nations League kappingini, eru Føroyar farnar trý pláss aftur á FIFA styrkilistanum. Føroyar liggja nú nummar 98 á listanum.
Føroyar fingu 5 stig í Nations League kappingini, har Føroyar var mett at verða næst besta liðið í kappingini. Serliga eru tað tapi móti Kosovo, og javnleikirnir móti Kosovo og Malta, sum hevur kosta føroyska liðinum.
Kosovo, sum fleiri meina er eitt væl sterkari lið enn teirra meting, klatraðu seks pláss upp eftir listanum til 131 eftir at hava vunnið okkara bólk í Nations League. Kosovo vunnu fýra dystir, spældu tveir javnleikir, og taptu ongan dyst. Hetta er teirra besta úrslit á listanum higartil.
Eingin broyting er ovast á listanum har vit finna Belgia ovast, við Fraklandi og Brasilia í hølunum.
Topp 10 listin er hesin:
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasilia
4. Kroatia
5. Ongland
6. Portugal
7. Uruguay
8. Sveis
9. Spania
10. Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald