Seinastu dagarnar hevur føroyska badmintonlandsliðið luttikið í smálanadakapping á Kýpros, og Føroyar endaði á einum fjórða plássi.
Umframt Føroyar og vertslandið, luttóku Gibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Malta, Monako og Liktenstein í kappingini.
Fyrsti dysturin varð spældur móti Liktenstein fríggjadagin, har Føroyar vunnu 5-0. Leygardagin taptu Føroyar 4-1 móti Íslandi og vunnu 5-0 á Gibraltar. Kappingin endaði við 3-2 sigri á Malta, og harvið tryggjaði Føroyar sær fjórða plássið.
Ísland, Grønland og Kýpros gjørdust nummar ávikavist eitt, tvey og trý.
Føroyska badmintonlandsliðið luttók fyri fyrstu ferð í smálandakappignini í fjør, tá Malta var vertur. Framyvir verður kappingin annaðhvørt ár, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald