Junior HM í badminton er í hesum døgum í Kanada. Føroyska U19-landsliðið luttekur, og eftir eitt triðja pláss í einum bólki við fimm londum kundu Føroyar enda millum nummar 17 og 24.
Les meira her
Seinasti plaseringsdysturin var í gjár, og har taptu Føroyar 3-1 fyri Peru. Harvið enda føroyingar á 24. plássið. Føroyska liðið var tó væl við í dystinum móti suðuramerikonsku tjóðini, og Jónas Djurhuus vann sín singledyst.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroysk lið luttekur til Junior HM. Føroyar vóru seedaðar niðast undan kappingini; nummar 41 av 41 londum, so sigast má at úrslitið er gott.
Eftir góðu liðkappingina verður nú farið undir einstaklingakappingina. Setanin var fyrr í dag, og í morgin byrja kappingarnar av álvara. Teir seks ungu føroyingarnir fáa seg veruliga royndar; millum annað framman fyri spentu og góðu áskoðarunum, ið eru komin allan vegin úr Føroyum at stuðla.
Føroyska liðið:
Alma Kentsdottir Mohr Pedersen, Lyngby/HBF
Sissal Thomsen, HBF
Lena Maria Joensen, KBF
Árant á Mýrini, MBF
Jónas Djurhuus, HBF
Ari Miné Jacobsen, KBF
Venjari: Aritra Nandy
Formaðurin í Badmintonssamband Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen, er liðleiðari.
Fótbóltur
Føroyar endaðu nummar 24 av 41 londum í liðkappingini
Ungu føroysku badmintonleikararnir luttaka á fyrsta sinni til eitt Junior HM. Nú er liðkappingin av, og einstaklingakappingarnar fara í gongd.
Føroyska liðið eftir dystin móti Peru (Mynd: Badmintonssamband Føroya)
2018-11-10 22:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald