Hesa vikuna hava ungu U17-hondbóltsmennirnir veruliga sligið seg fastar sum ógvuliga spennandi leikarar og sum eitt sera væl samanskrúðað lið. Norra og Spania vórðu bast fyrsta dagin í fyrsta dystinum í bólkaspælinum, og í morgun fekk Hvítarussland oyruni í maskinuni í fyrra dystinum í hálvfinaluumfarinum. Finalupláss stóð uppá spæl ímóti enn einari sera góðari hondbóltstjóð seinnapartin í Göteborg, og okkara ungu menn skuffaðu ikki: Føroyar eru í finaluni í stóru evropeisku kappingini eftir sigur á Ungarn.
Tað leikaði javnt á fyrstu minuttirnar, har okkara vístu gott álopsspæl. Ungarar vóru tó eisini effektivir og lupu á við kraft. Fyrstu tíggju minuttirnar skoraði Ungarn heili sjey mál, har okkara ikki heilt fingu takklað. Stóri málverjin hjá ungarum gav eisini føroyingum veruligar trupulleikar - serliga í nakrar minuttir í byrjanini við góðum bjargingum, men eisini ígjøgnum dystin har hann fekk pilkað upplagdar møguleikar og trýst føroyingarnar at brenna.
Júst tá 10 minuttir vóru leiktir tóku Julian Johansen og Mark Marcher timeout. Tá var støðan 4-7, men eftir nakrar justeringar vendu føroyingar tingunum skjótt. Meira tol var í álopsspælinum, men serliga var tað í verjupartinum, at munurin sást, at 5-1 verjan við Sveini Olafssyni sum 1'ara eydnaðist væl. Takklingarnar sótu, og Pauli Jacobsen fekk fatur á nøkrum bóltum. Tað gingu júst 10 minuttir frá time-outinum, til Ungarn skoraði aftur.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur flúgvandi og skoraði tíggju mál - Mynd: Harald Bjørgvin
Føroyar høvdu eina tepra leiðslu við inn til hálvleik, og hóast okkara brendu nakrar upplagdar málmøguleikar í byrjanini av 2. hálvleiki, so helt leiðslan tann størsta partin av hálvleikinum. Verjuparturin helt fram at vera góður, har leikararnir hjá Ungarn vórðu trýstir at gera mistøk, og føroyingarnir megnaðu so líðandi at skora nøkur góð mál. Aftur her var tað Elias á Skipagøtu, sum gekk á odda við frálíkum spæli. Pauli Mittún fekk eisini nøkur sera góð og umráðandi mál, og føroyska liðið arbeiddi sera væl sum eind.
Innanfyri seinastu fimm minuttirnar vóru Føroyar á oddavið trimum málum tvær ferðir. Javnleikur var nóg mikið, so hóast Ungarn kom uppá -1, so var eingin panikkur og Føroyar koyrdi sigurin heim til stóra frøi á mongur føroysku áskoðarunum í høllini. Finalan verður ímóti svensku vertunum í annaðkvøld klokkan 19.00.
European Open - halvfinaluumfar
04.07 - Vallhalla Sportshall, Göteborg
Føroyar - Ungarn 22-20 (11-10)
Liðið frá byrjan: Pauli Jacobsen - Hákun West av Teigum, Sveinur Olafsson, Viktor Gaini, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Janus Dam Djurhuus (2.hálvleik: Kristoffur Bjørgvin) - Ovi Lutzen var eisini inni í verjuni í bæði 1. hálvleiki og 2. hálvleiki
Útvísingar: Viktor Gaini, Sveinur Olafsson
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10 (3)
Pauli Mittún 4
Viktor Gaini 3
Hákun West av Teigum 3
Kristoffur Bjørgvin 2
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 8
Dystargongdin:
5 min: 3-3
10 min 4-7
15 min 6-7
20 min 9-8
30 min 12-10
35 min 14-13
40 min 16-15
45 min 19-17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald