Hondbóltur

Føroyar hava tríggjar ferðir áður sigrað móti Spania

02- og 03 árgangirnir gjørdu tað bæði í European Open og í U21 HM, og A-landsliðið við kvinnum knógvaði Spania søguliga HM-kvøldið í Trier. Til ber at hyggja eftir U18 EM-dystinum millum Føroyar og Spania á Portalinum frá klokkan 18.15, har liðini spæla um at koma víðari.

Elias Ellefsen á Skipagøtu í framlopi í frálíka føroyska sigrinum á táverandi sponsku evropameistarunum. Føroyar vunnu hetta kvøldið í Magdeburg (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu í framlopi í frálíka føroyska sigrinum á táverandi sponsku evropameistarunum. Føroyar vunnu hetta kvøldið í Magdeburg (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-30 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein mæt hondbóltstjóð, sum bíðar hjá ungu føroysku monnunum í Beograd í kvøld. Bæði á ungdóms- og vaksnamannasíðuni, serliga í manshondbólti, eigur Spania nógv gullheiðursmerki.

Eingin ivi er um, at hetta verður ein størri uppgáva hjá Føroyum enn tann móti Finnlandi í gjár. Men í føroysku leguni man hugsanarhátturin vera, at um Føroyar halda á við flotta álopshondbóltinum og fáum tekniskum mistøkum, so ber tað til.

Les eisini: Boas og Jónas skaraðu framúr móti Finnlandi

Sí myndir frá fyrsta føroyska dystinum í Serbia her

Spania vann 25-23 móti Eysturíki í gjár - og Eysturríki hevur júst tapt við fimm málum móti Eysturríki.

Hægst styrkismetta liðið í bólkinum hevur avgjørt dygdir spælara fyri spælara, og millum annað eyðkent sterkt verjuspæl, men Spania skein ikki beinleiðis í fyrsta EM-dystinum. Og sum Boas Ellefsen á Skipagøtu vísti á undan fráferð

- Vit halda, at vit skulu klára at spæla upp ímóti teimum.

Beiggjarnir hjá spælskiparanum á hesum U18-liðnum hjá Føroyum hava eisini vunnið á Spania í stórum ungdómskappingum - tvær ferðir. Fyrst á fyrsta degi í European Open í 2019, sum eitt frálíkt føroyskt U17-landlið vann. Tá endaði tað við 31-27 sigri - við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu sum toppskjútta (11 mál) og Paula Jacobsen sum dagsins spælara (22 bjargingar)

Fýra ár seinni var Spania komið eitt mál nærri Føroyum. Tá árgangirnir hittust aftur í HM-bólkaspælsdysti í Magdeburg var Spania evropameistari í 02- og 03-árgangunum, men lítið løgdu føroyingar í. Tað var 21-10 í steðginum í dystinum um 1. plássi í bólkinum, og tað endaði 34-31 í framúr føroyskum avriki.

[object Object]

[object Object]Nógv at fegnast um hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum hetta fríggjakvøldið í 2023 (Myndir: Sverri Egholm)

Tað er ikki "bara" í ungdómshondbólti, at Føroyar hava verið stinnari enn Spania í innanhýsis dysti. 28. november í fjør skrivaðu føroysku kvinnurnar søgu við flottum 27-25 sigri í HM-endaspælinum og spældu seg harvið víðari. Síðstu minutturin - við enn einari stórbjarging hjá Rakul Wardum og málið hjá Janu Mittún - varð kosið ársins ítróttarløta 2025.

[object Object]

[object Object]
Jana Mittún, ið er systkinabarn omanfyrinevnda Boas Ellefsen á Skipagøtu, skoraði seinasta málið

[object Object]Stórur føroyskur fagnaður í týska býnum Trier (Myndir: Sverri Egholm)

So er spurningurin, um eitt føroyskt landslið aftur kann skaka eitt spankst. Gera ungu føroyingarnir tað í kvøld, eru teir víðari í EM-endaspælinum.

Portalurin stroymir dystin í kvøld, ókeypis og við føroyskum frásøgufólki - í kvøld verður Hjalti Mohr Jacobsen viðmerkjari. Byrjað verður klokkan 18.15.

U18 EM-endaspæl, bólkur F
2. umfar av trimum, hósdagin 30. juli
18.30: Føroyar - Spania

Støðan: 
1. Føroyar 2 stig
2. Spania 2 stig 
--------------------
3. Finnlandi 2 stig *
4. Eysturríki 0 stig *

* Ein dyst fleiri - tvey lið koma víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder