Hondbóltur

Boas Ellefsen á Skipagøtu: - Vit hava glett okkum nógv og ætla okkum víðari

Spælskiparin á U18-liðnum, sum ólavsøkudag leggur til brots í EM-endaspælinum hevur góðar vónir. - Vit skulu helst vinna á Finnlandi fyrst og síðani royna at spæla upp móti Spania.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-07-26 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Støðan er góð. Vit eru nakrir, sum eru slopnir av við nakrar smáskaðar, og EM er nakað, vit hava glett okkum nógv til.

Hetta staðfesti Boas Ellefsen á Skipagøtu undan dagsins venjing - ti seinastu undan fráferð til Serbia

Sí myndir frá venjingini

[object Object]

Har skulu føroysku U18-menninir í minsta lagi royna at enda i topp-15 av teimum 24 liðunum. Hetta fyri at tryggja HM-pláss til næsta ár fyri U19-landslið.

Men hvør veit? Kanska tað verður til meira staðfestir Boas Ellefsen á Skipagøtu.

Tað liggur kanska til familjuna at seta yvirleggjaran høgt, og høgi spælskiparin heldur, at Føroyar skulu vinna á Finnlandi ólavsøkudagin og síðani spæla upp ímóti Spania.

Eysturríki er triðja mótstøðuliðið í bólkinum, har tvey try ovast koma víðari. Ársins spælari i fremstu mansdeildini síðsta kappingarár ætlar at vera millum tey bæði fremstu.

Hoyr samrøðuna ovast

Hópurin

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Kyndil

Útileikarar:
Teitur Poulsen Hellisdal, Kyndil
Gilli Reginsson, Neistin
Elias Kamp, Skogn IL (NOR)
Jóan Petur Mortensen, H71
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ragnar Heinason, H71
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Mortan Eyðunarsson, Neistin
Rani Johannesen, Neistin
Jónas Fossabrúgv, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Hugin Halgirsson, H71
Brandur Debes Dánialsson, Kyndil

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 29. juli kl. 13.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin 30. juli kl. 18.30 Spania – Føroyar
Leygardagin 1. august kl. 18.30 Eysturríki – Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder