Hondbóltur

Føroyar hava vunnið European Open

Føroyska U17-liðið gjøgnumførdi bragdið í ógvuliga sannførandi stíli í finaluni ímóti svensku vertunum.

Hópurin sum vann gull avmyndaður í Scandinavium - Mynd: Harald Bjørgvin

Hópurin sum vann gull avmyndaður í Scandinavium - Mynd: Harald Bjørgvin

2019-07-05 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hendan vikan hevur so dyggiliga prógvað, at føroyskur hondbóltur er í rívandi menning. Til sterku European Open kappingina í Svøríki hava føroyingarnir skúgvað alla mótstøðu til viks við frálíkum hondbólti og frálíkum avrikum. Føroyska liðið hevur sett ein nýggjan standard og spælt við nógvum hegni og einum dirvi og skili, sum er ótrúligt. Hetta var krúnað við einum heilt ígjøgnum fantastiskum finaluavrikið ímóti svensku vertunum, ið seinasta korterið av álvara vórðu settir uppá pláss.

Tað leikaði annars ógvuliga javnt á fyrstu 45 minuttirnar. Sviar komu á odda 1-0 í fyrsta álopinum, Elias og Pauli skoraðu tvey góð mál fyrstu minuttirnar, og gjøgnumgangandi var álopsspælið sera gott, har føroyingarnir vóru góðir at finna loysnir og skorað ymsa staðni frá; Janus Dam Djurhuus og Sveinur Olafsson fingu trý mál hvør fyri stegðin av ávíkavist vinstra vongi og høgra bakki. Janus fekk aftur trý mál í 2. hálvleiki, og Hákun West av Teigum stemplaði inn við fýra góðum málum. Talan var aftur í dag um eitt frálíkt liðavrik. 

Týðiligt var, at sviar ansaðu væl eftir Eliasi, ið trekti tvær útvísingar frá sama leikara innanfyri fyrstu seks minuttirnar, og hetta helt leikaranum vekk úr verjupartinum restina av dystinum. Sterki strikuleikarin hjá okkum, Viktor Gaini, fekk eisini tvær útvísingar ógvuliga tíðliga, og tí leikti hann ikki í verjuni restina av 1. hálvleiki. Hann kom tó sterkt inn í 2. hálvleiki og var sentralur í verjuni løtuna, har Føroyar fingu steðga málskjótingini hjá svium. Hann fekk trý mál tilsamans. 

Eftir at liðini løgdu væl út í álopspartinum kom eitt sindur av stígi í eina løtu, har Pauli Jacobsen gjørdi nakrar bjargingar og okkara gjørdu nakrar feilir í hinum endanum. Tað kom tó skjótt gongd á málskjótingina aftur, og liðini fylgdust ógvuliga tætt. Fyrsta korterið lá tað ímillum eitt-máls leiðslu til Føroyar og javnleik.

Í 16. minutti komu sviar á odda fyri fyrstu ferð siðani í fyrsta minutti, og næstu minuttirnar var tað +1 til Svøríki ella javnleikur. Eftir timeoutið eftir 20 minuttir stongdi Pauli Jacobsen málið eina løtu, meðan føroyingarnir manglaðu neyvleikan at økja um leiðsluna. Tað kom einaferð uppá 15-13, men í hálvleikinum var munurin aftur eitt mál.

Í mun til hinar dystirnar var finalan 2x30 minuttir, og liðini skiftust bókstaviliga talt at skora tað fyrsta lítla korterið. Bæði liðini fingu álopið at koyra sera væl, og skotini vóru oftast sera góð. Tá eitt lið ikki fekk mál, skoraði hitt heldur ikki í næsta álopinum. Føroyska verjan og Pauli fingu ikki heilt fatur, men stríddu seg væl innaftur, og í nakrar minuttir miðskeiðis eydnaðist tað yvirhøvur ikki hjá svium ikki at skora, og í veruleikanum fingu sviar ongantíð ordliga hol á aftur. Hinvegin vóru føroyingar eina lítla løtu í trupulleikum av, at Pauli og Elias vórðu mansvardir, men 7 ímóti 6 loysti hetta, og tá teir vóru sleptir leysir brilleraðu báðir, og Føroyar trektu frá. Serliga Elias gekk á odda hesa løtuna, eins og í allari kappingini og Elias gjørdist toppskjútti í kapingini við 70 málum. Hann varð eisini kosin besti leikari í kappingini.

Sviar tóku timeout, tá tíggju minuttir vóru eftir og við støðuni 29-25. Hetta hjálpti einki, og seinastu minuttirnar var talan um uppvísing frá føroyska liðnum. Seinasta løtan var fantastisk at uppliva: Fyri áskoðarar í høllini, sum veittu so dyggan stuðul, øllum her heima og aðrastaðni sum hava fylgt við, fyri venjaraparið, Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher, ið hava gjørt eitt frálíkt arbeiðið og ikki minst fyri leikararnar á vøllinum, sum hava avrikað betri, enn tey flestu dugdu ella tordu at ímynda sær. Sviar vunnu kappingina seinast, men hesaferð kunnu føroyingar lyfta steypinum. 

[object Object]
(Sakir Tróndarson Frýdal lyftir steypið, og allir stórfegnast - Mynd: Harald Bjørgvin)

European Open finala
05.07, kl. 19.30 - Scandinavium, Göteborg
Svøríki - Føroyar 29-36 (15-16)

Føroyska liðið frá byrjan: Pauli Jacobsen - Hákun West av Teigum, Sveinur Olafsson, Viktor Gaini, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Janus Dam Djurhuus 
- Ovi Lutzen var nógv inni í verjuni í 1. hálvleiki, Sakir Tróndarson Frýdal var inni eina løtu, Rói Ellefsen á Skipagøtu spældi rímiliga nógv í 2. hálvleiki. Ímóti endanum kom Brandur Silvurstein inn í málið, og Kristoffur Bjørgvin, Baldur Gillason og Brian Slyne komu inn heilt ímóti endanum.  Ragnar Karlsson og Bogi Hansen vóru eisini í hópinum 
 
Útvísingar: Viktor Gaini 2, Sveinur Olafsson 1, Brian Slyne 1

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Janus Dam Djurhuus 6
Pauli Mittún 6
Hákun West av Teigum 4
Viktor Gaini 3
Sveinur Olafsson 3
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Kristoffur Bjørgvin 1

Bjargingar
:
Pauli Jacobsen 15

Dystargongdin:
5 min: 3-4
10 min: 5-6
15 min: 9-9
20 min: 13-12
25 min: 13-14
35 min: 20-20
40 min: 22-23
45 min: 24-26
50 min: 25-29
55 min: 26-34

Áskoðarar: 5870

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder