Seinnapartin spæla Føroyar venjingardyst móti Litava. Hetta er sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.
Føroyska liðið vandi tvær ferðir í Kaunas í gjár. Landsliðsvenjarin John Petersen undirstrikaði týdningin av at fáa sæð allar leikararnar í dysti
Um hugt verður eftir hagtølum móti Litava, so sæst at Føroyar hava yvirtakið. Londini hava spælt fimm ferðir móti hvørjum øðrum. Fyrstu tríggir dystirnir vóru í UEFA Menningarkapping, har liðini leiktu trý ár á rað (2007-2009)
Í fyrsta dysturin var Litava omaná. Frá tí dystinum eru Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal og Jacoba Langgaard eisini við hesuferð. Olga Kirstina og Heidi hava báðar skorað tvær ferðir móti Litava. Árið eftir vunnu Føroyar greitt í Litava, og seinastu tríggar dystirnar hava føroysku kvinnurnar eisini vunnu; seinastu tvær ferðirnar 1-0. Liðini hittust seinast í 2016 í Baltic Cup; dysturin í 2013 var í HM undan-undankapping, ið Føroyar spældu seg víðari úr. Bæði í 2013 og 2016 gjørdist Rannvá B. Andreasen matchvinnari.
Olga Kristina Hansen og Rannvá B. Andreasen hava spælt við í øllum fimm undanfarnu dystum móti Litava, og Rannvá er topskjútti við trimum málum. Rannvá Andreasen hevur givið avboð til hesar dystirnar í Litava vegna skaða.
Dysturin í dag verður leiktur á NFA Stadium í Kaunas og tað er fyrstuferð, at Føroyar spæla har. Ongin av dystinum millum londini eru spældur í Føroyum. Fyrsta bríksl í dag er klokkan 15.00 føroyska tíð, og dysturin kann síggjast her
2007 - UEFA Menningarkapping
Litava - Føroyar 3-0
2008 - UEFA Menningarkapping
Litava - Føroyar 1-4
0-1 Rannvá B. Andreasen
1-1
1-2 Heidi Sevdal
1-3 Olga Kristina Hansen
1-4 Olga Kristina Hansen
2009 - UEFA Menningarkapping
Litava - Føroyar 1-3
1-0
1-1 Rósa Eið
1-2 Heidi Sevdal
1-3 Malena Josephsen
2013 - HM undan-undankapping
Litava - Føroyar 0-1
0-1 Rannvá B. Andreasen
2016 - Baltic Cup
Litava - Føroyar 0-1
0-1 Rannvá B. Andreasen
Hagtøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald