Fótbóltur

Føroyar í bólki við Spania og tveimum skandinaviskum londum

Føroyar fingu ynski uppfylt um fimm onnur lond í bólkinum og nøkur spennandi mótsstøðulið komandi ár, har møguleiki avgjørt er fyri nøkrum stigum.

Føroyar skal aftur dystast við Malta komandi ár
(Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar skal aftur dystast við Malta komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-02 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til EM-undankappingina hevur júst verið í Dublin í Írlandi.

Spenningur var um, hvønn bólk Føroyar fóru at enda í. Greitt er nú, at vit fngu hendan bólkin:

Bólkur F:
Spania
Svøríki
Noreg
Rumenia
Føroyar
Malta

Ein áhugaverdur bólkur hjá Føroyum, ið fær tíggju dystir í 2019, eitt stórt fótbóltsland, tvey skandinavisk lond og eitt lið úr niðasta seedingslagið; aftur gjørdist talan um Malta. Rumenia var kanska ikki heilt tað liðið, ið ein kundi ynkst úr fjórða seedingslagið, men samanumtikið ein fínur bólkur.

Føroyar hava ikki veirð í bólki saman við Spania síðani í seinnu hálvu av 90'árunum. Síðani er landið vorðið evropameistari tvær ferðir, í 2008 0g 2012. Føroyar og Noreg dystaðust eisini seinast í 90-unum. Tað er ikki so langt síðani, at Føroyar vóru í bólki við Svøríki og Rumenia, og tá var ikki so stórur munur í dystunum. Seinasti landsdystur Føroyar leiktu var á Malta fyri smáum tveimum vikum síðani. 

Dystirnir verða leiktir frá mars til november komandi ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder