Flogbóltssamband Føroya: Fríggjakvøldið kl. 19 spælir kvinnulandsliðið í flogbólti seinasta dystin í Silvurliguni, og tað er ikki hissini mótstøða, Føroyar fáa í høllini á Hálsi, tí tað er sjálvt oddaliðið í kappingini, Finnland, sum spælir fyri plássi í sjálvari finaluni í kappingini. Eitt stig er nóg mikið fyri Finnland, sum so møtir Portugal í tveimum finaludystum, har vinnarin fær 40.000 evrur; knappar 300.000 kr. fyri ómakin. Haraftrat flytur vinnarin upp í Gullliguna.
Finnland hevur vunnið allar sínar fýra dystir í kappingini: 3-0 á Luksenborg og 3-1 á Portugal, Lettlandi og Ungarn.
Føroyar hava hinvegin tapt allar sínar fýra dystir 3-0 fyri Montenegro, Georgia, Luksemborg og Ungarn.
Hóast greiðu favorittstøðuna hjá Finnlandi vísir sveisiski venjarin hjá Finnlandi aftur, at tey fara at undirmeta Føroyar:
“Í tí støðuni vit eru, sum greiðir favorittur, er týdningarmikið, at vit taka dystin í størsta álvara og virða mótstøðuliðið. Vit hava ein framúrskarandi møguleika at spæla okkum í finalurnar, sum ikki er hvønndagskostur. Vit vilja hava sum mest burtur úr hesum”, segði venjarin hjá Finnlandi, Nik Buser.
Tó óttast hann ikki at geva summum av minni royndu leikarunum møguleikan ímóti Føroyum: “Fyri okkum er dysturin eitt gott høvi at geva summum av leikarunum, sum ikki hava havt so stóra ábyrgd, meira spælitíð hesa ferð. Í dystinum ímóti Danmark fingu fleiri av teimum nógva spælitíð og stóðu seg væl”, segði venjarin.
Týsdagin spældi Finnland venjingardyst ímóti Danmark í Brøndby, sum Finnland vann 3-2. Hetta var fyrsti landsdystur hjá Danmark í hálvtannað. Hóast Føroyar á heimsstyrkilistanum liggja omanfyri Danmark, skulu vit kortini ikki vænta, at Føroyar megna at hótta Finnland, eins og Danmark gjørdi.
Føroyar hava tvær ferðir áður spælt ímóti Finnlandi; í Norðurlandameistarakappingini í Svøríki í 1986, har Føroyar taptu 15-9, 15-6 og 15-0 (tá var spælt eftir gomlu stigaskipanini, har lið bara fingu stig tá tey sjálv servaðu) og so aftur í Norðurlandameistarakappingini í Danmark í 2000, har Føroyar taptu 25-9, 25-9, og 25-8)
Hóast hetta finska liðið er av teimum heilt sterku, so eru kortini ikki so nógvir royndar leikarar, og bara fýra hava spælt meira enn 25 landsdystir. Tann royndasta er hevarin Kaisa Alanko, sum hevur spælt 140 landsdystir fyri Finnland. Hon spælir yrkisflogbólt í USA. Hinar royndu eru miðblokkurin, Daniela Öhman, sum spælir í Kanada og hevur spælt 109 landsdystir, og Yasmine Madsen, sum dagliga spælir í Tjekkia og hevur spælt 71 landsdystir. Átta hava spælt færri enn 15 landsdystir.
Upprunaliga skuldu tríggir dystir spælast hetta umfarið í Føroyum, har eisini Bosnia-Hersegovina skuldi vera við, men stutt eftir at kappingin var skipað, tók Bosnia-Hersegovina seg úr kappingini aftur. Tí fingu Føroyar bert ein heimadyst í kappingini.
Silvurligan, kvinnur:
Føroyar – Finnland
Fríggjakvøldið 7. juni kl. 19:00
Í Høllini á Hálsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald