- Vit vilja vinna, meðan teir skulu vinna.
Soleiðis segði Håkan Ericson á tíðindafundinum í gjár um dystin móti Lettlandi í kvøld. Landsliðsvenjarin gjørdi støðuna í Nations League bólkinum upp, og uppá spurning frá FM1 um Føroyar kunnu vera nøgdar við javnleik enn Lettland, viðgekk hann, at tað kann gerast eitt punkt í dystinum, har føroyingar eru meira nøgdir við ein javnleik, tá farið avgjørt verðureftir sigrinum. Hetta nevndi Brandur Hendriksson Olsen eisini.
Til tíðindafundin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Støðan í bólkinum er jú tann, at Føroyar hava fult stigatal fyri tveir dystir, Lettland hevur tvey stig, og hetta eru liðini, sum verða mett sum tey, sum fara at kappast um fyrsta plássið í bólkinum. Landsliðsvenjarin sammetti Lettland við Malta í styrki og í leikhátti - liðini spældu 1-1 javnleik á Malta í farna umfari, og harvið hevur Malta eitt stig fyri tveir dystir, eins og Andorra hevur, og Andorra er ikki á støði við Lettland, segði Håkan Ericson.
Les eisini:
- Avgjørt eitt lið sum vit gjarna vilja og kunnu vinna á
Skulu aftur royna at koppa Lettlandi
Um Føroyar vinna í kvøld verða harvið sjey stig niður til Lettland, og um tað samstundis endar við javnleiki í Andorra, so er tað sama niður til hini bæði liðini, og so kann føroyska liðið avgerða bólkin týskvøldið á Tòrsvølli. Um Malta ella Andorra vinna, so verður munurin niður til vinanndi liðið har fimm stig. Harvið er møguleikin har í kvøld fyri at økja um munin og seta seg í eina sera góða støðu í bólkinum. Hinvegin kann spenningur av álvara koma í, um tað eydnast hjá Lettlandi at vinna á Tórsvølli, og serliga um Malta eisini vinnur í Andorra.
Nations League deild D, bólkur M
10.10
17.00: Føroyar - Lettland
19.45: Andorra - Malta
Støðan undan 3. umfari:
1. Føroyar 6
2. Lettland 2
3. Malta 1
4. Andorra 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald