Fótbóltur

- Avgjørt eitt lið sum vit gjarna vilja og kunnu vinna á

Brandur Hendriksson fegnast um, at áskoðarar aftur verða á Tórsvølli. Håkan Erikson vil ikki avdúka nakað um, hvussu liðið og leikhátturin móti Lettlandi verður, men landsliðsvenjarin sigur, at teir gera alt fyri at halda leikararnar frískar, og fyri at putlispælið skal ganga upp.

Skálvíkingurin á føroyska landsliðnum segði, at dysturin móti Danmark var eitt afturstig, men at føroyska liðið lærdi nógv av honum og nú gleddi seg at spæla á Tórsvølli fyri áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)

Skálvíkingurin á føroyska landsliðnum segði, at dysturin móti Danmark var eitt afturstig, men at føroyska liðið lærdi nógv av honum og nú gleddi seg at spæla á Tórsvølli fyri áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-09 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn føroyska A-landsliðið við monnum hevði sína seinastu venjing undan dystinum móti Lettlandi í Nations League á Tórsvølli, var tíðindafundur við Håkani Ericson og Brandi Hendrikssyni Olsen í FSF-húsinum.

Landsliðsvenjarin legði út við at siga, at Lettland er á áleið sama støði sum føroyska liðið. Seinni samanbar hann eisini leikháttin og støði við tað hjá Malta, men segði at Lettland var greitt betri enn Andorra, ið Føroyar vunnu 1-0 á í farna mánaða. 60-ára gamli svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum kom inn á, at Lettland hevði nøkur góð úrslit seinastu fimm dystirnar, har hann helst sipaði til javnleikin í venjingardysti í Montenegro mikukvøldið og sigurin á Eysturríki í Riga í fjør.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Brandur segði, eins og venjari sín, at Lettland hevði undir nýggja venjara sínum skift leikhátt. Nú vilja lettar hava bóltin meira, ístaðin fyri at spæla so beinleiðis sum áður. Føroyar vunnu í 2016 á Lettlandi og spældi árið eftir málleysan javnleik á Tórsvølli í HM-undankappingini, áðrenn londini aftur spældu javnleik - hesaferð í venjingardysti á Marbella

- Eftir tveir góðar sigrar í farna mánaði var tað eitt afturstig móti Danmark, men tað var samstundis ein dystur, har vit lærdu nógv, og nú eru vit til reiðar til næsta dyst. Hetta er avgjørt eitt lið, sum vit gjarna vilja og kunnu vinna á. Vit hava gjørt tað fyrr, so hví ikki hesaferð? Vit kenna ikki, at tað er eitt trýst á okkum, men við spæla ikki fyri javnleiki, hóast vit ikki ikki vita, hvussu dysturin fer at útvikla seg - vit spæla fyri at vinna, sigur Brandur Hendriksson Olsen, ið saknaði áskoðarar móti Malta, og gleðir seg til meira lív í ár Tórsvølli í morgin.

Les eisini: 
Skulu aftur royna at koppa Lettlandi - Føroyar eru lítlir favorittar


Håkan Ericson segði, at hjá Føroyum er støðan tann, at "vit vilja vinna", meðan  teir skulu vinna, og at tað kann í dystinum gerast eitt punkt, har føroyingar eru meira nøgdir við ein javnleik. Støðan í bólkinum er jú tann, at Føroyar hava fult stigatal fyri tveir dystir, og Lettland hava tvey stig, og hetta verða mett at verða liðini, sum fara at kappast um fyrsta plássið í bólkinum. Landsliðsvenjarin vildi annars ikki siga nakað meira um, hvussu liðið fer at síggja hátt, ella hvør leikhátturin verður.

- Eg vil geva mótstøðuliðnum so lítið sum møguligt, og eg kann ikki fortelja meira - vit halda "spenninginum" til í morgin. Vit hava eftir dystin móti Danmark anlysera og havt góðan eftirmetingarfund við leikararnar, har vit komu inn á, hvar okkara menningarøkir eru, og leikararnir søgdu sína meining. Vit fara nú at royna ymiskt til venjing, segði Håkan Ericson.

[object Object]

Spurdur um hvussu toymi handfarir, at leikarar kanska eru heldur troyttir og belastaðir, nú dystarskráin er so trong, svaraði hann soleiðis:

- Tað er ikki optimalt av UEFA, at tað er gjørt á hendan hátt - við venjingardysti tríggjar dagar áðrenn ein kappingardyst - men korona og pengar spæla jú inn. Vit gera tað, sum vit kunna praktiskt, og vit hava eitt gott "set-up" við fólkum, ið gera alt fyri at leikararnir eru so væl fyri sum gjørligt. Vit hava millum annað "Wellness" hvønn morgun og syrgt verður fyri, at svøvnurin og kosturin er í lagi. Annars hyggja vit uppá spælitíðina hjá leikarunum, har fleiri millum annað eisini hava spælt sera nógv í sínum feløgum seinastu tíðina. Tað er eitt putlispæl, ið skal ganga upp og tað royna vit at fáa tað til

Sí her myndir frá venjingini, ið var beint eftir tíðindafundin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder