Fótbóltur

Føroyar møta Fraklandi, Danmark og Finnlandi

Sterk mótstøða bíðar U19-fótbóltsdreingjunum í innleiðandi EM-undankappingini.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2018-12-06 14:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Hetta eru tríggjar sera spennandi og sterkar fótbóltstjóðir, ið vit skulu møta. Frakland hevur eitt av bestu U19-landsliðum í Evropa, so tað verður uttan iva ein stór avbjóðing fyri okkara ungu spælarar, sigur Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari.

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum sleppur av álvara at royna seg, tá innleiðandi EM-undankappingin verður á skránni komandi ár. Hósmorgunin varð lutakast um, hvussu bólkarnir skulu síggja út, og har háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 8, saman við Frakland, Danmark og Finnland, skrivar FSF á heimasíðuni.

Kappingin verður í Danmark frá 12. til 20. november 2019.

- Tjóðskaparkenslan plagar at vera sterk, tá vit møta Danmark, so tá vænti eg ein spennandi dyst. Møguleikin fyri stigum er kortini størst móti finnum, sigur Jógvan Martin Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder