Hondbóltur

Føroyar sendu EM-silvurvinnaran út

Eitt framúr føroyskt avrik og trý-máls sigur móti Svøríki tryggjaði okkara U19-dreingjum víðari luttøku í HM-endaspælinum.

Óli Mittún var framúrskarandi: Hann skoraði 17 mál (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún var framúrskarandi: Hann skoraði 17 mál (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-05 19:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Opatija, Kroatia (Portalurin) - Setningurin var greiður: Føroyar skuldu vinna á Svøríki í síðsta dystinum í HM-bólkaspælinum. Sviar vunnu við trimum málum, tá liðini hittust í EM-endaspælinum í fjør, men hesaferð gjørdu okkara bart og vunnu við trimum

Eins og tá, gekk Óli Mittún á odda við 17 málum. Sävehof-spælarin var framúr í frálíka og tætta hondbóltsdystinum, men allir stríddust fyrimyndarliga væl - Ísak Vedelsbøl á einum meiðslaðum fóti - og føroyingarnir hildu høvdið kalt í heitu høllini í kvøld.

Flotta úrslitið merkir, at Føroyar skulu spæla í millumumfarinum, har millum annað Týskland er við. Okkara hava einki stig við, og skulu tí helst vinna bæði dystin mánadagin og týsdagin her í Opatija. Møguleikin fyri fjórðingsfinalu er framvegis har.

[object Object]

[object Object]

Myndir: Egin Tollaksson Kass

U19 HM-endaspæl, 3. umfar í bólkaspælinum

Leygardagin 5. august, Opatija:
Føroyar - Svøríki 34-31 (14-14)

5.min: 1-1
10 min: 3-4
15 min: 6-6
20 min: 7-9
25 min: 10-11
30 min: 14-14
35 min: 16-17
40 min: 20-20
45 min: 24-25
50 min: 28-26
55 min: 30-28

Brend skot: 14

Bjargingar:
Aleksandar “Sasha” Lacok 10

Útvísingar:
Føroyar: 3
Svøríki: 3

Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Svøríki: 8

Støðan í bólki H eftir 3. umfar: 
1. Iran 5 stig
2. Føroyar 4 stig
3. Svøríki 3 stig 
4. Burundi 0 stig


Fleiri tøl, myndir og samrøður seinno

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder