Hondbóltur

Føroyar skulu stríðast við Svøríki um HM-pláss fríggjadagin

Norðurlendska brakið í Beograd byrjar klokkan 11 í morgin, og nógv er uppá spæl hjá U18-monnunum. Portalurin vísir dystin, og frásøgnin hoyrist á FM1.

(Mynd: Dusan Milenkovic)

(Mynd: Dusan Milenkovic)

2026-08-06 19:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar taptu í dag 33-35 fyri Norðurmakedónia og skulu harvið spæla um 13. - 16. pláss í U18 EM-endaspælinum næstu dagarnar.

Fyrri dysturin av hesum, og annar av eftirverandi møguleikunum at tryggja sær pláss í U19 HM næsta ár, verður fríggjadagin klokkan 11.

Tá bresta Føroyar og Svøríki saman í serbiska høvuðsstaðnum.

Umframt atgongumerki til enn eitt endaspæl, eru týðandi stykisstig uppá spæl. Um hetta skal eydnast, skulu Føroyar spæla betri enn móti Norðurmakedónia í dag.

Sí eisini: U18 EM: Fýra reyð kort og tvey-máls tap

Sviar taptu fyri Portugal í dag og munnu síggja seg sum favorittar móti Føroyum.

Portalurin vísir dystin - ókeypis og við føroyskum frásøgufólki. Hann sæst í Føroyum og uttanlands við data (5G), um ein hevur føroyskt hald. Til ber eisini at lurta á FM1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder