
Á pappírinum eru møguleikarnir hjá Føroyum móti Niðurlondum betri nú, enn tá dagurin byrjaði.
Til tekniska fundin fyrrapartin nú er vorið greitt, at Luc Steins ikki verður á dómaraseðlanum til EM-undankappingardystin við Tjarnir í kvøld.
Lágvaksni og kviki spælskiparin hevur seinastu árini verið ein stórur profilur hjá Niðurlondum og í PSG. Millum annað hevur hann verið kostin besti spælari í fronsku deildini trý ár á rað.
Tað var júst í dysti fyri franska stórfelagið um vikuskiftið, at Steins fekk ein snudd. Talan er um ein minni vøddaskaða. Hetta darvar so mikið, at 29-ára gamli spælskiparin ikki spælir í kvøldk. Tað hevur Portalurin fingið váttað.
Steins var ikki at síggja til venjing í gjár, og so byrjaðu gitingarnar. Í leguni hjá Niðurlondum verður vónað, at Luc Steins spælir í seinna dystinum millum liðini, sum verður í Almere sunnudagin.
Talan er um ein spælara, sum Føroyar hava fyrireikað seg ógvuliga væl uppá. Nógv er sett upp til at tálma Steins men til hendan dystin skal liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen ikki hugsavna seg um at steðga manninum, sum varð kostin besti spælskiparin til EM-endaspælið í 2022.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava millum annað tosað um hetta. Sí samrøður á leinkjunum niðanfyri:
Hákun: - Liðini minna nógv um hvørt annað
Elias: - Nú gleða vit okkum bara til at spæla her
Niðurlond hevur aðrar spælarar, sum spæla á høgum stigi. Men nú Luc Steins, og heldur ikki Kay Smits úr Flensburg-Handewitt og Lars Koiij, eru tøkir til dystin, eru fyritreytirnar avgjørt øðrvísi hjá favorittunum í bólkinum.
Hetta kann eisini minka undirhaldsvirði og upplivingina av dystinum nakað.
Luc Steins spældi ikki við móti Ukraina og Kososvo í november. Hóast Niðuelond skoraðu nógv mál - ávikavist 40 og 33 - var saknur í spælskiparanum, og favorittarnir vóru í trupulleikum. Tá vóru Kay Smits og fyrstavalið á strikuni, Lars Koiij við, men tað eru teir ikki í kvøld.
Føroyar og Niðurlond spæla fyrsta landsdystin við Tjarnir í kvøld. Talan er um 3. umfar í tætta EM-undankappingarbólkinum. Stig her høvdu gjørt stóran mun, í mun til at koma nærri EM-plássi. Dysturin byrjar klokkan 19 og Portalurin hevur nógv tilfar frá seinnapartinum og út á kvøldið.
Sí eisini samrøðu við Staffan Olsson, svenska landsliðsvenjaran hjá Niðurlondum niðanfyri. Hetta var áðrenn tað gjørdist endaliga greitt, at Steins ikki fór at spæla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald