Fótbóltur

Elias: - Nú gleða vit okkum bara til at spæla her

Niðurlond er eitt gott lið, men tað eru vit eisini, staðfestir føroyski spælskiparin. Tað er serliga spælskiparin hjá útiliðnum, Luc Steins, ið Føroyar skulu steðga fyri at hava møguleika fyri stigum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-10 19:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smílið hjá 22-ára gamla hoyvíkinginum var breitt eftir fyrstu venjing hansara í nýggju tjóðleikhøllini í heimstaðnum.

- Hetta er ógvuliga stuttligt at koma heim til, staðfesti Kiel-spælarin.

Sí eisini: (Myndir): Allar stjørnurnar savnaðar í stóru høllini

Elias Ellefsen á Skipagøtu kemur til Føroya eftir eitt ógvuliga gott tíðarskeið í týska felagnum, har hann hevur havt stóran leiklut og havt stóra ávirkan. Í mun til fyrstu undankappingardystirnar, sum vóru í november, er kropsliga støðan væl betri hesaferð, sigur Elias.

Føroyar høvdu góð hagtøl seinastu tíðina á Hálsi, og hetta vil man sjálvandi halda fram við, nú nýggjur heimavøllurin verður vígdur. 

- Niðurlond er eitt lið, men tað eru vit eisini, og nú skulu vit vita, um vit ikki eisini klára at vinna á teimum í Føroyum.

Fyri at gera tað skal serliga Luc Steins tálmast. Tað sigur "hin" spælskiparin. Elias Ellefsen á Skipagøtu staðfestir tað, sum eisini sást til venjing við Tjarnir í kvøld: At Føroyar arbeiða við at brýna amboðini til at steðga lágvaksna og kvika PSG-spæalranum, sum er stóra stjørnan hjá Niðurlondum. Serliga nú tá Kay Smits ikki er við, hongur nógv á Steins.

[object Object]Luc Steins í HM-dysti móti Fraklandi í januar (Savnsmynd: EPA)

[object Object]Elias í heimstaðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er nummar 71 hjá Føroyum, sum í stóran mun skal seta okkara spæl. Hoyr alla samrøðuna við Elias ovast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder