
Sjey mans vandu í gjár, og í dag komu teir níggju, sum høvdu dystaruppgávu uttanlands í gjár til Føroya.
Sí eisini: Rógvi Dal-Christiansen: - Hevði als ikki roknad við at verið úttikin
Allir vandu við í fyrstu venjingini hjá manslandsliðnum nakrantíð við Tjarnir.
Byrjað varð við upphiting og fótbólti, har teir yngru vunnu greitt, áðrenn nakrar kontra-retur støður vóru á skránni.
Har sótu størstu profilarnir í bakketuni uttanfyri; bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún spældu harðar dystir í gjár.
Restina av venjingini var ta taktiska í snúðningsdeplinum. Føroyar hava sínar ætlanir at tálma Luc Steins og hinum í appelsinlittum, og tað var serlig sjóneyka sett á verjukenda spælið. Millum annað undirtalsverju og 5-1, sum kann verða eitt vápn.
Móti endanum vórðu nakrar álopsstøður, serliga í yvirtali, gjøgnumgingnar.
Føroyska liðið hevur tvær venjingar í morgin og spælir EM-undankappingardyst her mikukvøldið klokkan 19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald