
Tá árið byrjaði spældi hann fyri ÍF Føroyar, sum er í fjórðbestu donsku deildini og sum í mesta lagi hevur tvær felagsvenjingar um vikuna. Nú er hann í praktikørindum í Føroyum og spælir við oddaliðnum Kyndli, har venjingarmongdin er væl størri - nú er strikuspælarin undir landsliðsuppgávu.
Tað er serliga vegna skaðar hjá millum øðrum Peter Krogh Helga Hildarson Hoydal og Vilhelm Poulsen, at Rógvi er úttikin. Hjálparvenjarin Hjalti Mohr Jacobsen kennir hann væl úr Kyndli, og veit hvat man fær við hartarbeiðandi spælaranum við góðu verjudygdunum.
Rógvi Dal-Christiansen hevur hildið kroppin ógvuliga væl í gongd seinastu árini og sigur seg vera til væl bryjaðan til økta trýstið. Havnarmaðurin skuldi líka venja seg við hetta aftur síðst í januar, nú er rútma í, og í síðstu viku vóru brádliga boð eftir honum frá A-landsliðsvenjaranum. Hetta helt róligi og royndi maðurin vera farið fyri hansara viðkomandi.
- Eg hevði slett ikki roknað við at verið úttikin. Men har eru so nakrir skaðar...eg eri bara spentur uppá møguleikan og til reiðar at gera mítt.
Í mun til sín leiklut, sigur Rógvi, at um hann fer at spæla, so verður tað helst sum "2'ari" í verjuni (dekka á bakkinum) og sum annar strikuspælarin í 7 móti 6 spælinum. Maðurin við royndum úr Roskilde í Danmark og Fram í Íslandi veit, at hann ikki er frammarliga í raðnum, men Rógvi Dal Christansen tykist bara fegin um at vera við til undankappingardystir fyri fyrstu ferð í fýra ár.
Hann var javnan við í árunum 2018-2020 og staðfestir, at munurin er ovurhonds stórur nú. Føroyskur hondbóltur og ungu spælararnir hava verið í rívandi menning.
- Tá eg var ordiliga við fyri 4-5 árum síðani spældi størsti profilurin kanska í næstbestu donsku deildini. Nú hava vit millum annað Óla Mittún, sum er toppskjútti í Svøríki, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum varð valdur til heimsins besta unga spælara í fjør og Hákun West av Teigum, ið er millum bestu vengur í heiminum. Spælarar sum eru profilar í heilt góðum deildum, so tað er nakað heilt annað. Man sær tað aftur í ferðini og góðskuni á spælinum hjá føroyingunum.
31-ára gamli havnarmaðurin sær ógvuliga nógv fram til upplivingina við Tjarnir mikukvøldið: Frammanfyri eini 3.000 "svøkum" føroyingum í einari "villari høll".
- Tað var fantastiskt til steypafinalurnar, og tað verður uppaftur betri nú, staðfestir einasti spælarin úr føroysku deildini á landsliðnum.
Hoyr alla samrøðuna við Rógva Dal-Christiansen ovast
Rógvi og nakrir av útisetunum, sum ikki høvdu dyst í gjár, vandu eina lætta venjing saman á Hálsi í gjárkvøldið. Í dag klokkan 16 savnast allur hópurin við Tjarnir.
Føroyski hópurin til EM-undandystirnar móti Niðurlondum (12 mars og 16. mars)
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DAN) *
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SVØ)
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR) *
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SVØ)
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ) *
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (TÝS) *
Bjarni í Selvindi, Valur (ÍSL)
Hallur Arason, Afturelding (ÍSL) *
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DAN) *
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DAN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (TÝS) *
Allan Norðberg, Valur (ÍSL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DAN) *
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DAN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SVØ) *
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Sí eisini: Bæði liðini skulu spæla uttan lyklaspælarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald