Hondbóltur

Bæði liðini skulu spæla uttan lyklaspælarar

Bæði Føroyar og Niðurlond eru uttan føstu høgru bakkarnar - gestirnir við Tjarnir mikudagin hava heldur ikki sítt vanliga fyrsta val á strikuni við, meðan fyrsta valið hjá Føroyum er rustað.

Vilhelm Poulsen er so mikið skaddur, at týdningarmikli verjuspælarin ikki er tøkur til lykadystirnar. Føroyar skulu tó ikki verja fyri Kay Smits úr Flensburg-Handewitt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen er so mikið skaddur, at týdningarmikli verjuspælarin ikki er tøkur til lykadystirnar. Føroyar skulu tó ikki verja fyri Kay Smits úr Flensburg-Handewitt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-06 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður eitt sterkt mótstøðulið, sum kemur til Føroya í næstu viku. Á pappírinum er tað væl tað sterkasta, sum Føroyar fara at møta í EM-undanbólkinum.

Hollendingar hava tó ikki heimsklassaspælarar á øllum plássum - og ikki fleiri á sama plássi. Hetta gav at bíta í november, tá Niðurlond vunnu við einum málum móti Ukraina á heimavølli og spældi javnleik í Kosovo; fýra dagar eftir at Føroyar høvdu vunnið við ellivu málum móti sama liðið á Hálsi.

Tá saknaði Niðurlond vanliga fyrsta málverjan Bart Ravensbergen og serliga spælskiparan Luc Steins. Lágvaksna PSV-stjørnan er síðani komin fyri seg eftir skaðan, og hann kann geva einari og hvørjari verju høvuðbryggj, og koma væði hann og Ravensbergen til Føroyar.

[object Object]
Kvikur á fótum og spælskip sum fáur. Steins móti á Skipagøtu verður ein spennandi "tvídystur" at fylgja við Tjarnir og í Almere. PSV-spælskipari einumegin og Kiel-spælskipari hinumegin (Mynd: EPA)

Luc Steins fer tó ikki at hava sín vanliga makkara til høgru fyri sær, tá Niðurlond fara í álop. Hin heilt stóra stjørnan hjá Niðurlondum, Kay Smits, fekk staðfest Myocarditis seint í 2023. Hetta er eitt slag av bruna í hjartavøddunum. Smits var tó tíbetur uttanfyri lívsvanda og var aftur á vøllinum fyri Flensburg-Handwitt í mai.

Tá slíkar álvarsamar heilsustøður eru, skal persónurin til regluligar kanningar. Í síðsta mánaða vísti ein slík, at tað er ymiskt, sum skal kannast nærri hjá Smits, og harvið skal hann ikki spæla hondbólt næstu tíðina.

Lars Kooij, ið vanliga er fyrstaval á strikuni hjá teimum appelsinlittu, hevur eisini verið noyddur at geva avboð. RK Vardar-spælarin kann eisini veruliga blíva ein missur

Í mun til EM-endaspælið i januar, er vanliga tryggi høgri vongurin Bobby Schagen við aftur. Hann spælir við Lemgo, og samanlagt eru fýra Bundesliga-spælarar við í hollendska hópin, umframt tveir frá PSG. So liðið hjá Staffan Olsson er als ikki í heilt ringum skørum.

Nýggj støða á høgra bakki hjá Føroyum

Føroyum vantar ein av sínum trimum Bundesliga-spælarum. Vilhelm Poulsen fekk tíverri ein so mikið álvarsaman fipurskaða í lærkrikan í síðsta mánaða, at tað beinanvegin varð greitt, at møguleikin fyri at Hannover-Burgdorf spælarin fór at verða tøkur var lítil.

Tað sama var galdandi fyri Kjartan Johansen, sum hevði verið ein nátúrligur avloysari í serliga álopinum. Strandingurin hevur tó verið darvaður av skotøkslini so at siga alt kappingarárið, og tað var tí, at hann ikki fekk spælt móti Ukraina í november.

[object Object]Kjartan Johansen royndi seg dagin fyri annan EM-undankappingardystin í november, men á dystardegnum merkti høgri bakkurin so nógv til økslina, at hann ikki fekk skotið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]Hallur Arason skorar regluliga mál fyri eitt av íslendsku toppliðunum (Mynd: Sverri Egholm) 

Harvið er eingin av føstu lámu spælarunum tøkur til dystin, umframt at Pauli Mittún, ið kann røkja plássið, heldur ikki verður við vegna skaða í rygginum.

Hallur Arason kann nú veruliga fáa seg royndan á landsliðnum. Kvívíkingurin fekk nakrar minuttir í Rumenia fyri tveimum árum síðani, og hevur hetta kappingarárið spælt í bestu íslendsku deildini. Har er Afturelding í løtuni á 2. plássi, og í gjár høgi skeyt skjúttin seks mál.

Hóast møguleikin fyri álopsminuttum avgjørt er har hjá Halli, so kann tað væl hugsast, at Føroyar í stórum løtum fara at spæla við trimum, ið kasta við høgru hond, í bakketuni.

Sí eisini: Hallur og Rógvi í landsliðshópin

Um Teis Horn Rasmussen verður heilt til reiðar, so spælir hann stóran part av tíðini í miðverjuni - og helst eisini í álopinum. Sterki havnarmaðurin hevur verið fyrstaval seinastu árini, men hann breyt hondina í januar og hevur ikki spælt nakran kappingardyst í 2024. 

Peter Krogh hevur eisini verið skaddur so at siga alt árið, og verjuserfrøðingurin verður ikki við hesaferð. Harvið vera tað mest sannlíkt Teis og Pætur Mikkjalsson, sum spælir fast fyri Team Sydhavsøerne, sum í stóran mun manna miðverjuna.

Ísak Vedelsbøl kann eisini fáa størri leiklut, enn hann higartil hevur fingið. Rógvi Dal-Christiansen hevur víst seg væl fram síðani afturvendanina til Kyndil og verður einasti spælarin úr føroysku Burn-deildini á landsliðnum. Rógvi hevur ikki spælt ein landsdyst síðani 2020.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DAN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SVØ)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SVØ)
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (TÝS)
Bjarni í Selvindi, Valur (ÍSL)
Hallur Arason, Afturelding (ÍSL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DAN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DAN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (TÝS)
Allan Norðberg, Valur (ÍSL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DAN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DAN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SVØ)
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða spældir við Tjarnir mikudagin 12. mars klokkan 19, og í Almere í Niðurlondum,sunnudagin 16. mars klokkan 14, føroyska tíð.

Støðan í bólkinum eftir tvey av seks umførum:
1. Niðurlond 3 stig
2. Ukraina 2 stig
-------------------
3. Føroyar 2 stig
4. Kosovo 1 stig

Dystirnir hava ógvuliga nógv at siga fyri Føroyar. Tað kann verða neyðugt at fáa stig móti favorittunum fyri at røkka 2. plássinum ella at tryggja sær pláss sum ein teimum bestu trý'arunum í undankappingini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder