Ein av bólkunum í EM-undankappingini hetta vikuskifti er í Aire sur la Lys í Fraklandi. Har eru Føroyar eitt av teimum fýra luttakandi londunum.
Í gjár spældu Føroyar ímóti fronsku vertununum. Uppgávan var stór, og Frakland vann eisini greiðan 5-0 sigur; í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinnum og monnnum og í blandaðum tvímansleiki.
Í dag er uppgávan Estland, ið vann 4-1 á Slovakia í gjár. Dysturin byrjar klokkan 12.00 og kann síggjast her
Føroyski hópurin:
Rannvá Djurhuus Carlsson, Lyngby/HBF
Kristina Eriksen, HBF
Gunnva Jacobsen, HBF
Niclas Eysturoy, HBF
Bartal Poulsen, Viby, MBF
Benjamin Gunnarstein, KMB2010/HBF
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Magnus Gaard er venjari og Kári Dal-Christiansen er liðleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald