Fótbóltur

Føroyar til EM-undankapping í Fraklandi

Føroysku badmintonleikararnir leiktu fyrsta dystin móti vertunum fyri løtu síðani.

Føroyski hópurin í Fraklandi 
(Mynd: Badmintonssamband Føroyar)

Føroyski hópurin í Fraklandi (Mynd: Badmintonssamband Føroyar)

2018-12-07 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska landsliðið í badmtinron luttekur hetta vikuskifti í EM-undankapping fyri lið, Føroyar spæla skal sínar dystir i Aire sur la Lys í Fraklandi. Fyriuttan vertirnar eru Føroyar í bólki við Slovakia og Estlandi. 

Føroyar hava spælt sín fyrsta dyst. Hann var ímóti fronsku vertunum, ið vóru greitt omaná. Spælt verður í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinnum og monnnum og einum blandaðum tvímansleiki.

Vertirnir vóru alt ov sterkir og vunnu 5-0 og vunnu øll settini í dystunum. Niclas Højgaard Eysturoy og Benjamin Gunnarstein vóru tættast við. Teir taptu 21-14 og 21-11 í tvímansleiki hjá monnum.

Íalt 23 tjóðir luttøka í EM-undankappingini fyri lið. Bólkarnir verða, fyriuttan í Frankrig, leiktir í Onglandi, Moldova, Portugal, Týsklandi, Póllandi og Bulgaria. Vinnararnir av teimum sjey bólkunum skulu spæla um EM fyri lið í Danmark komandi ár. Danmark vann EM seinast. Tað er triðju ferð, at Føroyar luttaka í EM-undankapping.

Føroyski hópurin: 

Rannvá Djurhuus Carlsson, Lyngby/HBF
Kristina Eriksen, HBF
Gunnva Jacobsen, HBF
Niclas Eysturoy, HBF
Bartal Poulsen, Viby, MBF
Benjamin Gunnarstein, KMB2010/HBF
Magnus Dal-Christiansen, HBF

Magnus Gaard er venjari og Kári Dal-Christiansen er liðleiðari.

Í morgin spæla Føroyar ímóti Estlandi. Tann dysturin byrjar klokkan 12 (føroyska tíð)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder