Fótbóltur

Føroyar vunnu bólkin við javnleiki á Malta

Malta legði seg á odda, men innskifti Ári Mohr Jónsson javnaði eftir eitt vælspælt álop. Harvið vunnu Føroyar tríggjar dystir og javnaðu tríggjar í og spældu seg í Deild C til næstu Nations League.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-11-17 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vóru væl betri í 1. hálvleiki í avgerandi dystinum á Malta í kvøld, men spældu seg ikki til opnar málmøguleikar. Skotini hjá føroyingunum vóru við brotsteigarmarkið, ella nakað longur út, og talan var um leysar bóltar. Størsta møguleikan hevði Brandur Hendriksson, men Bonello bjargaði.

Malta kom tó nógv betri út til 2. hálvleik, og eins og í Lettlandi og á heimavølli móti Lettlandi og Malta, lótu føroyingar mál inn í samband við ein deyðbólt. Tað varð ikki dekkað nóg væl upp ella ruddað nóg væl burtur, og so so var Guillaumier.

Fýra av teimum fimm málunum hjá Føroyum, ið eru farin inn uppá, eru komin uppá deyðbóltar, men heili fýra ferðir hevur liðið hjá Håkani Ericson svarað aftur, aftaná at mótstøðuliði er komið frammum - í báðum dystunum móti Malta og í báðum móti Lettlandi. Ári Mohr Jónsson varð skiftur inn fyri Jóannes Bjartalíð, ið ikki heilt rakti dagin, og tá 20 minuttir restaðu í, rann hann væl inn um Mbong á vongbakkinum og setti fótin á eitt sera gott innlegg frá Sølva Vatnhamar, sum stóð sterkur í myndini. Leirvíkingurin hevði fingið ein góðan bólt innum verjuna í høgru frá Gilla Rólantssyni.

Fyrsta landsliðsmálið hjá Ára, og tað vísti seg at gera munin. Føroyar komu undir eitt ávíst trýst. hildu fast og eftir seiansta bríksl varð fagnaðurin stórur. Føroyar skulu um tvey ár spæla í Deild C í Nations League, og harvið verður mótstøðan betri. Harafturat fær FSF seks milliónir frá UEFA. Håkan Ericson og hansara lið hava ongan kappingardyst tapt, Komandi ár er HM-undankapping á skránni.

UEFA Nations League Deild D, bólkur A
Ta' Qali National Stadium - 17.11 
Malta - Føroyar 1-1 (0-0)
54' Matthew Guillaumier 1-0
70' Ári Mohr Jónsson (Sølvi Vatnhamar) 1-1

Støðan í bólkinum: 
Føroyar 12
Malta 9
Lettland 7
Andorra 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder